Dramatikkur: Bjarni heldur fram sum borgarstjóri í Vági

Býráðsfundurin í Vági í kvøld var merktur av dramatikki, tí heldur óvæntað, so varð Tjóðveldi sett uttan fyri samgongu, og Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri

Tað hevur ligið í kortunum, og verið frammi í miðlum í dag, at Arni Brattaberg á býráðsfundi í Vági í kvøld fór at verða valdur til borgarstjóra.

 

Men í politikki er skjótt, at tað sum vendir niður vendir upp.

 

Fundurin var klokkan 19 í kvøld, og tá tann við flestu atkvøðunum, Arni Brattaberg, skuldi leiða fundin, beyð hann vælkomin og setti fundin. Hann legði síðani uppskot fram um at velja seg, Arna Brattaberg, til borgarstjóra, og Bjarna Johansen til varaborgarstjóra.

 

Síðani varð spurt, um nakað annað uppskot var, og tá legði Marin Gaardlykke fram uppskot um at velja Bjarna Johansen til borgarstjóra.

 

So kom dramatikkur í. Bjarni Johansen bað um lítlan støðg og fór útum eina lítla løtu.

 

Ímeðan sótu býráðslimir í tøgn, og tey sum vóru møtt at lurta, gjørdu tað sama.

 

Innkomin settist Bjarni Johansen aftur, men viðgekk eftir lítlari løtu, at nú var hann pressaður.

 

Arni Brattaberg vildi vita, um neyðugt var at teir báðr fóru útum eina løtu. Men hetta hildu summi ikki vera eftir galdandi reglugerð, og tá ivi varð sáddur, so varð hetta av ongum.

 

So skuldi fyrst atkvøðast um broytingaruppskotið. Tað vísti seg, at 5 atkvøddu fyri, at Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri.

 

Tí var ikki neyðugt at atkvøða um upprunauppskotið, um at Arni Brattaberg skuldi gerast borgarstjóri.

 

Nú var tað so Bjarni Johansen, ið leiddi fundin víðari.

 

Marin Gaardlykke setti fram uppskot um at velja Levi Mørk til varaborgarstjóra. 5 atkvøddu fyri og hetta varð samtykt.

 

Býráðslimir hjá Tjóðveldi, ið nú sótu eftir uttan fyri samgongu, vildu vita, um áhugi var fyri breiðari samgongu, men hetta gjørdist bert leitandi fyrispurningur, tí ongin áhugi var fyri at fara nærri inn á hetta í samgonguni.

 

Avgjørt var at nevndarsessir og annað verður avgreitt í komandi viku.

 

Sostatt heldur Bjarni johansen fram sum borgarstjóri.