Hetta skrivar Østjyllands Politi í tíðindaskrivi, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur.
Sagt verður, at 41 ára gamli maðurin, sum læt lív, varð álopin við knívi av øðrum manni, sum var á somu deild. Tann, sum leyp á og drap, er 46 ára gamal.
Báðir eru grønlendingar, sigur danska løgreglan, sum leggur aftrat, at grundlógaravhoyr skuldi vera í rættinum í Århuus í dag.
Bæði hin 46 ára gamli, sum framdi brotsverkið og hin 41 ára gamli, sum læt lív, vóru innlagdir á deildini, og teir kendust tískil eisini.
Sambært Tv2 í Eysturjútlandi, sum endurgevur keldur á sjúkrahúsinum, fór drápið fram á einari seingjadeild, sum hýsir grønlendskum sjúklingum.
Danska løgreglan sigur, at tey fingu fráboðan um hendingina klokkan 19.46 týskvøldið.
- Tá vit komu á staðið, varð roynt at geva tí, sum hevði verið fyri álopi, lívbjargandi fyrstuhjálp, men tað eydnaðist ikki at bjarga manninum, sum varð staðfestur deyður klokkan 20.08 sama kvøld.
Danska løgreglan sigur, at maðurin doyði av knívstungu.
Starvsfólk á deildini hildu álopsmanninum aftur, til løgreglan kom og handtók hin 46 ára gamla, og tá varð eisini knívurin, sum hesin eftir øllum at døma hevði brúkt í álopinum, funnin.