Drekagenturnar vunnu barnaróðurin

Barnaróður gentur: Báturin hjá Havnar Róðrarfelag vann triðja sigurin í ár á jóansøku

Skíggjamynd ÍF kappróður

Tað var einki óvæntað, tá ið tað ræður um sigurin í kappingini millum gentur í barnaróðrinum.

 

Drekin vann á jóansøku á Tvøroyri fyri einari viku síðani, og Drekin var eisini fyrstur í ár.

 

Í dag er kappróður á varmakeldu í Fuglafirði. Líkindini at rógva eru góð. Mjørkin liggur oman í hálvan hagan, og tað er ljóst í veðrinum.

 

Tað var rættiliga tætt og spennandi í kappingini millum tríggjar teir fremstu bátarnar. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var skutin undan Tistli hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfeag, sum var reingina undan Sævarmoy úr Klaksvík.

 

Tá ið sammett verður við á jóansøku, so vóru tveir teir fremstu teir somu, meðan Sævarmoy á jóansøku var nummar fýra og í dag nummar trý. Sílið, sum á jóansøku var nummar trý, endaði í dag á fimta plássi. Ingibjørg var í dag nummar fýra, meðan báturin hjá Havnar Róðrarfelag síðsta sunnudag var á fimta plássi.

 

 

 

Barnaróður gentur - finala

 

 

1

 
 

Drekin

 
 

02:40.46

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

2

 
 

Tistil

 
 

02:41.20

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

3

 
 

Sævarmoy

 
 

02:41.34

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

4

 
 

Ingibjørg

 
 

02:43.25

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

5

 
 

Sílið

 
 

02:46.14

 
 

3

 
 

0

 
 

0

 
 

6

 
 

Svalan

 
 

02:46.33

 
 

2

 
 

0

 
 

0

 
 

7

 
 

Blikur

 
 

02:47.40

 
 

1

 
 

0

 
 

0

 
 

8

 
 

Spógvin

 
 

02:48.41

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

9

 
 

Junkarin

 
 

02:49.08

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

10

 
 

Leikalind

 
 

02:49.13

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 

Skíggjamynd ÍF kappróður