Dreymurin um eina norðurlendska HM-finalu livir enn

Danmark spælir hálvfinalu í Gdansk fríggadagin klokkan 17, og sama kvøld spælir Svøríki hálvfinalu í Stokkhólmi

Dreymurin um eina norðurlendska HM-finalu millum Danmark og Svøríki í Tele-2 høllini í Stokkhólmi komandi sunnukvøld klokkan 19.30 livir enn.

 

Tað verður tó ein torfør uppgáva hjá Danmark og Svøríki, tí í hálvfinalunum bíða Spania og Frakland.

 

Danmark og Spania spæla sína hálvfinalu í Gdansk í Pólandi fríggjadagin klokkan 17. Har hava spaniólar so tann lítla fyrimunin, at teir eru staddir í Gdansk. Í morgin má danska liðið ferðast úr Stokkhólmi til Gdansk.

 

Svøríki og Frakland koma at spæla frammanfyri 17.000 áskoðarum í Tele-2 høllini í Stokkhólmi sama kvøld klokkan 19.30. Svøríki hevur heimavallarfyrimunin, men Frakland hevur eitt krútsterkt lið.

 

Úrslit og málskjúttar frá HM-fjórðingsfinalunum í dag:

 

Danmark-Ungarn 40-23 (21-12)

 

Danmark: Mathias Gidsel 9, Simon B.Pytlick 8, Niclas Vest Kirkelykke 5, Emil M. Jakobsen 5, Magnus Saugstrup Nielsen 4, Mikkel Hansen 4, Jacob Tandrup Holm 2, Lukas Jørgensen 2, Magnus Landin Jacobsen 1.

 

Ungarn: Mate Lekai 6, Richard Bodo 6, Bendeguz Boka 3, Miklos Rosta 3, Gabor Ancsin 2, Pedro Rodriguez Alvarez 2, Zoltan Szita 1.

 

Noreg–Spania 34-35 (29-29 - 25-25 - 13-12) - tvær ferðir longd leiktíð 2 x 5 minuttir

 

Noreg : Kristian Bjørnsen 9, Sebastian Barthold 8, Christian O`Sullivan 4, Sander Sagosen 3, Harald Reinkind 3, Tobias Schjolberg Grondahl 2, Magnus Abelvik Rød 2, Petter Overby 2, Magnus Gullerud 1.

 

Spania : Angel Fernandez Perez 7, Alex Dujshebaev Dovichebaeva 7, Joan Canellas Reixach 6, Adrian Figueras Trejo 5, Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 5, Ferran Sole Sala 3, Kauldi Odriozola Yeregui 2.

 

Svøríki – Egyptaland 26-22 (14-9)

 

Svøríki : Niclas Ekberg 6, Eric Johansson 4, Lukas Sandell 4, Felix Claar 3, Jonathan Carlsbogard 2, Max Darj 2, Hampus Wanne 2, Oscar Bergendahl 1, Jim Gottfridsson 1, Albin Lagergren 1.

 

Egyptaland : Mohsen Mahmoud 5, Hassan Kaddah 5, Ahmed Mesilhy 4, Mohamed Shebib 4, Ahmed Mohamed 1, Mohammad Sanad 1, Ali Mohamed 1, Omar Elwakil 1.

 

Frakland – Týskland 35-28 (16-16)

 

Frakland : Nedim Remili 5, Ludovic Fabregas 5, Melvyn Richardson 4, Kentin Mahe 4, Nicolas Tournat 4, Mathieu Grebille 2, Dika Mem 3, Valentin Porte 2, Luka Karabatic 2, Yanis Lenne 1, Dylan Nahi 1, Romain Lagarde 1, Nikola Karabatic 1.

 

Týskland : Johannes Golla 6, Juri Knorr 5, Lukas Mertens 4, Christoph Steinert 3, Kai Hafner 3, Jannik Kohlbacher 2, Luca Witzke 2, Patrick Groetzki 2, Philipp Weber 1.