Dronuálopini millum Ukraina og Russland koyra við fullari styrki. Í nátt varð Russland álopið við fleiri enn 120 ukrainskum dronum.
Nú vísa video-upptøkur eisini, at ukrainskar dronur eru útgjørdar við tveimum "høglum", sum skjóta niður russiskar dronur.
Í morgun er tað russiska verjumálaráðið, sum upplýsir um stóra ukrainska dronuálopið í nátt.
Dronurnar hava ein stóran leiklut í krígnum millum londini, og sagt verður eisini, at framleiðslan av dronum í Ukraina er nógv økt.
Ukraina er stórur framleiðari av dronum, bæði framkomnum dronum, og dronum sum kunnu ferðast nógvar hundrað kilometrar.
Í morgun sigur russiska verjumálaráðið, at russar hava skotið niður 121 ukrainskar dronur, sum lupu á tríggjar regiónir í Russlandi.
- Seks dronur vórðu skotnar niður yvir Moskva-regiónini, harav ein varð skotin niður yvir sjálvum høvuðsstaðnum, veit tíðindastovan Reuters at siga.
Á hinari síðuni veit ukrainska loftverjan at siga, at 25 av tilsamans 58 russiskum dronum eru skotnar niður í nátt.
Myndin omanfyri er av einum íbúðarbygningi í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, sum er raktur av russiskari dronu í nátt.
##med2##
Vraklutir frá russiskum dronum hava dripið tveir menn og eina kvinnu í Kyiv í nátt.
Video-upptøkur, sum hernaðarbloggarar hava lagt út á X, fyrrverandi Twitter, vísa, at dronur, sum verða brúktar í krígnum, nú kunnu leypa á aðrar dronur í luftini.
Verdens Gang skrivar, at dronur hjá báðum pørtum í krígnum verða mentar skjótt, og upptøkur eru av dronum, sum jagstra aðrar dronur í luftini.
- Ukrainsku dronurnar, sum eru útgjørdar við "høglum", kunnu jagstra russiskar dronur, langt áðrenn russisku dronurnar gerast ein vandi á hermótinum, skrivar Verdens Gang.