Dysturin millum KÍ og FK RFS verður klokkan 20

Nú er avgerð tikin um, at seinni dysturin í fyrsta umfari í ECL millum KÍ og FK RFS er útsettur ein tíma

Nú er avgerð tikin um, at seinni dysturin í fyrsta umfari í ECL millum KÍ og FK RFS er útsettur ein tíma. Tað merkir, at dysturin verður bríkslaður ígongd kl. 20 heldur enn 19 sum upprunaliga ætlað.

 

Á fundi fyrrapartin gjørdi UEFA av at útseta dystarbyrjanina ein tíma fyri at tryggja, at útiliðið kann koma til Føroya, verða kannað og fáa úrslitini í nøktandi tíð til at kunna møta upp við Djúpumýru og spæla dystin.

 

Ferðalagið úr Riga er á veg til Føroya, og flogfarið væntast í Vágar kl. 12.00.

 

- Vit í KÍ fegnast um, at dysturin verður spældur í dag, og vit gleða okkum til dystin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.