Eg bjóði meg fram til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Við hesum boði eg frá, at eg eri at finna á listanum hjá Javnaðarflokkinum á býráðsvalinum tann 12. novembur 2024.

Navn mítt er John av Reyni. Eg eri uppvaksin niðri í Havnini. Nú  búgvi eg í Hoyvík saman við konu míni og báðum børnum okkara.

Eg vil virka fyri, at vit hava eina kommunu, sum hugsar um allar borgarar tess, og har trívnaðurin og tryggleikin í gerandisdegnum ganga hond í hond.

 

-    Serliga vil eg at virka fyri, at vit fáa sett gongd á almannagagnligar bústaðarbyggingar, ið skulu tryggja øllum lág- og miðalløntum eitt trygt og varandi heim.

-    Vit eru ríkað við eini vakrari nátturu og føgrum sjóvarmála, sum eiga at haldast rein. Tíðin er farin frá anganum av kloakkroyki og heilsuvandamiklum bakterium. Tískil skal hetta fáast í rættlag sum skjótast.

-    Ein býur við fáum arbeiðsplássum fær ikki virkað, og tískil skulu vinnuni veitast vinnugrundøki við góðum møguleikum. Hetta er gróðrarbotnurin fyri vøkstri, menning og arbeiðsmøguleikum

-    Okkara framtíð eru børnini, og tískil eigur ein at tryggja sær, at tað altíð eru nóg góðir møguleikar á dagstovnum okkara, umframt at nóg mikið av sertímum verða játtaðir, um tørvur er á teimum. Hjálparfólk skulu hava møguleika at útbúgva seg innan námsfrøði, umframt at teir námsfrøðingar, sum starvast skulu, hava møguleika til at fáa styrkt seg við ymsum førleikamennandi skeiðum/útbúgvingum.

-    Onnur mál eru eisini, sum eg fari at skriva meiri um ta komandi tíðina. 

 

Eg eri vísur í, at vit kunnu hava eina kommuna, sum er fjølbroytt, og sum er fyri okkum øll, og hetta vil virka fyri einari livandi, ríkari og tryggari kommunu.

 

Fylg við ta komandi tíðina, tá ið eg fari at greiða nærri frá mínum hjartamálum.

 

Við javnarðarkvøðu

John av Reyni

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu