Eg havi ongantíð verið glaðari fyri lívið enn nú

Kári P. Højgaard fyllir 70 ár í dag

Í dag fyllir Kári Páll Højgaard 70 ár.

 

Hann varð føddur á Strondum 21. juli í 1951. Foreldrini vóru Meinhardt og Jenny Højgaard. Kári er giftur Simonu úr Fuglafirði, og tey eiga seks børn.

 

Kári P. Højgaard er serliga kendur sum politikari. Hann hevur sitið í løgtinginum, hann hevur verið landsstýrismaður, hann hevur verið valdur í Runavíkar býráð, og hann hevur røkt ymiskar álitissessir innan politik og samfelag. Kári P. Højgaard er í løtuni formaður í Sjálvstýri og hevur eisini áður verið formaður í flokkinum. Hann hevur eisini verið sjómaður og arbeitt sum postboð.

 

Kári P. Højgaard er burturstaddur, nú hann kann halda runda dagin.

 

– Vit eru stødd í húsum okkara á Lollandi, og her fara vit at halda dagin. Tvær døtur hjá okkum búgva í Danmark, so vit halda dagin saman við eitt sindur av nærmastu familjuni, sigur hann.

 

Kári P. Højgaard kennir seg væl, nú hann verður 70 ár.

 

– Eg havi ongantíð verið glaðari fyri lívið enn nú. Eg gavst at arbeiða í 2018, og eg havi veruliga notið at havt tíð til at liva síðani. Vit hava stóra familju, sum eg brúki meira tíð saman við, og so er altíð okkurt at takast við heima, sigur hann.

 

– Pápi mín, sum bleiv 80 ár, segði, eftir at hann var givin at arbeiða, at hann skilti ikki, hvussu hann hevði havt stundir at fara til arbeiðis, og eg skilji hann væl. Tað er altíð okkurt at takast við og at brúka tíðina til.

 

– Eg veit, at nógv av teininum er rógvin, og at tíðin styttist, men eg havi nógv at takka fyri, nú eg verði 70, sigur hann.

 

##med2##

 

Kári P. Højgaard er formaður í Sjálvstýri, men hann tvíheldur um, at tað er bert fyribils.

 

– Eg gavst í politikki í 2018, og tað eru serligar orsøkir til, at eg eri formaður í Sjálvstýri. Eg bíði bara eftir, at avloysarin verður klárur. Eg meti, at mín tíð í politikki er farin, sigur hann.

 

Fyri trimum mánaðum síðani tók Kári P. Højgaard koyrikort til lastbil.

 

– Eg gjørdi tað eitt sindur til stuttleika fyri at vita, um eg kláraði tað, og tað gekk fínt. Nú verður tosað so nógv um grótið frá Sandoyartunlinum, so eg hugsi, at eg kundi kanska koyrt nakrar túrur við gróti inn til Runavíkar, sigur hann.

 

Kári P. Højgaard hevur eitt nú verið formaður í Útnorðurráðnum