Eg stilli upp ímóti einum seksára gomlum

Biden um aldurstema í valstríði: Joe Biden skemtar um Donald Trum á árliga tíðindafólkadøgurðanum í Hvítu Húsunum

 

Joe Biden forseti flennir eftir eini skemtisøgu, sum toastmastarin, Colin Jost, ið vanliga er vertur á sendingini "Saturday Night Live", júst hevur sagt. - Foto: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix

Tað sagt mangt og hvat um aldurin hjá teimum báðum kappingarneytunum til amerikanska forsetavalið, og í gjár skemtaði Joe Biden, forseti, fyri teimum, sum halda, at hann er ov gamal.

– Ja aldur er eitt evni. Eg eri ein vaksin maður, og eg stilli upp ímóti einum seks ára gomlum segði 81 ára gamli forsetin og sipaði til mótvalevnið Donald Trump.

Skemtisøgan var søgd á árliga døgurðanum fyri tíðindafólkum í amerikanska semveldishøvuðsstaðnum, Washington D. C. 

Sum siður er vóru teir journalistar, sum vanliga eru til tíðindafundirnar í Hvítu Húsunum, møttir upp í stívasta puss til døgurða við forsetanum, sum vanliga er eitt stuttligt kvøld.

Skemtisøgan snúði seg um Donald Trump, sum Joe Biden heldur, uppførir seg sum eitt barn. Biden hevur hinvegin roynt at víst seg sjálvan sum tað álítandi og búna valið millum tey bæði valevnini.

Trump er fýra ár yngri enn sitandi forsetin, sum sambært Biden ikki gevur fyrrverandi forsetanum rætt at kalla hann gamlan.

– Aldur er í veruleikanum tað einasta, vit hava í felag, sigur Biden.

– Eg havi stuðul frá varaforsetanum, sigur forsetin, sum ein av mununum millum teir báðar.

Varaforseti hjá Donald Trump var Mike Pence, sum alment fanst at Donald Trump eftir forsetaskeiðið.

Gestirnir sum komu til døgurðan, mátti fram við eini stóra mannfjøld, sum mótmælti stuðulin hjá amerikonsku stjórnini til kríggið hjá Ísrael ímóti Hamas.

Fleiri journalistar eru deyðir í krígnum í Gazageiranum, og tað hevur ført til atfinningar ímóti teimum journalistum, sum luttaka í døgurðanum við amerikanska forsetanum.

Árligi døgurðin fyri tíðindafólki hevur verið síðani 1929. Tað er The White Hous Corrospondents' Associatioan (WHCA), sum skipar fyri tiltakinum, sum heiðrar journalistar. Eisini verða legat latin undir døgurðanum.

Í fjør luttóku 2600 fólk í døgurðanum fyri tíðindafólki.

/ritzau/Reuters

 

Joe Biden forseti flennir eftir eini skemtisøgu, sum toastmastarin, Colin Jost, ið vanliga er vertur á sendingini "Saturday Night Live", júst hevur sagt. - Foto: Manuel Balce Ceneta/Ritzau Scanpix