Eginumsorgan sum fyribyrging

Mikukvøldið, 22. mai, fer Charlotte Fruergaard at tosa um týdningin av at hava pláss fyri lívinum og øðrum menniskjum, samstundis sum tú gevur tær tíð til tín sjálvs. Tiltakið verður í Smæruni.

Tíðindaskriv

 

Charlotte setir sjóneykuna á, hvussu vit sum avvarðandi og fakpersónar ansa eftir okkum sjálvum, og um hvussu umráðandi eginumsorgan er, tá vit taka okkum av øðrum.

 

Charlotte Fruergaard varð  í 2012 heiðrað fyri at vera ársins undirvísari í mindfulness. Eisini er hon av Femina heiðrað fyri at vera millum 100 tær mest kveikjandi og bergtakandi kvinnur í Danmark.

 

Í framløgu sínari tosar Charlotte um týdningarmikil viðurskifti, sum eru neyðug at taka atlit til, tá vit standa við stórari ábyrgd sum avvarðandi og fakfólk. Hon tosar eisini um at duga at skilja ímillum kenslur og veruleika, og um at vera í núinum.

 

Charlotte Fruergaard hevur vitan frá áralanga arbeiði sínum við menniskjum og persónligari menning, umframt frá egnum royndum við sínum nærmastu.  

 

Charlotte Fruergaard hevur í nógv ár arbeitt sum undirvísari í persónligari menning, umframt parviðgerð og hvíldar- og mentorskeiðum. 

 

Tiltakið verður í Smæruni, mikukvøldið 22. mai 2024 klokkan 19:00 – 21:00.  

 

Fá meira at vita á facebooksíðuni hjá TIGN.

 

Fyri felagið Tign:

 

 

 

Rúna Sivertsen

 

Betzy Ludvig

 

Mary Antonsdóttir

 

Tóra Tórgarð

 

Hanne-Dot Ludvig