– Eg fái íblástur úr pop-kulturi

– Eg lati ofta álvarsom evni í eina fitta embalagu, sigur listakvinnan Mia Haldursdóttir Smith, sum vit hava prátað við í Sosialinum um hennara listaheim.

Listin hjá 31 ára gomlu Miu Haldursdóttir Smith fær ein at hugsa um ting, man viðhvørt kann ræðast at siga hart (Myndir: Tordis Vang)

Mia Haldursdóttir Smith er 31 ár, uppvaksin í Havn og Keypmannahavn, og býr á Argjum. Hon arbeiðir dagliga sum grafiskur sniðgevi, og í síni list málar hon og arbeiðir við illustratiónum. Í síni frítíð rekur hon ein podd, ið eitur Dreymasavnið, ið snýr seg um at týða dreymar.

 

Sum grafiskur sniðgevi hevur hon, hóast sín unga aldur, longu avrikað nógv ymiskt, og hava vit nokk allarflest sæð hennara grafiska arbeiði uttan at vitað, at tað er hennara. Mia hevur millum annað teknað kúnna á Nýmjólk-fløskuni í Miklagarði, búmerkini hjá URT og Vestpack, og so hevur hon sniðgivið ymsar samleikamyndir, eitt nú nýggju myndina hjá Gentuvesinum, ungdómssendingini í KVF.

 

Í listini eftir Miu síggja vit ofta álvarsom evni, ið verða viðgjørd á ein komiskan hátt. Vit fáa innlit í ein gentuligan hugaheim, ið fæst við avbjóðingar, ið nógv kunnu spegla sær í. Listin fær ein at hugsa um, og kenna aftur ymiskt, ið man viðhvørt kann ræðast at siga hart. Á hendan hátt nertir Mia við nakað sera inniligt, ið samstundis er ein uppgerð um, hvat man ikki noyðist at tiga burtur.

 

##med2##

 

Hvat fekk teg at mála, tekna og skapa av fyrstan tíð?

 

– Pápi mín og abbi mín sótu nógv og teknaðu við mær, tá eg var lítil. Abbi var málari, og babba dugir væl at tekna. Eg sá upp til teir, fortelur Mia.

 

– Eg elskaði eisini teknifilmar og at lesa teknirøðir, so eg sat og teknaði mínar egnu røðir og fann uppá ymiskar fantasifigurar.

 

Hvussu vilt tú lýsa tína list?

 

– Ein litríkur, heimur uttan skuggar? Tað er ringt at lýsa seg sjálvan…

 

– Eg fái íblástur úr pop-kulturi, úr naivari list, tekni-røðum og filmum. Og eg lati ofta álvarsom evni í eina fitta embalagu. Viðhvørt tá eg havi teknað meiri realistiskt, hava fólk sagt “Áh, tú dugir at tekna!” So tað kann kanska lýsast sum primitivisma, næstan naiv list, sigur Mia.

 

Stuttligt tá onnur kunnu relatera

 

Apropos álvarsom evni í fittum embalagum: Sjálv eigi eg eina Ullu heima hjá mær, ið Mia hevur gjørt. Mær dámar so væl hesa ljósareyðu veruna og spyrji Miu, hvaðani Ulla er komin:

 

– Eg byrjaði at tekna hana, tá eg búði á skúlaheimi í Keypmannahavn. Eg sat og spældi við vatnmáling og kom til at gera ein alt ov stóran blett av máling á pappírið - so gav eg blettinum tvey smá eygu og lang bein. Og eg var ill, tí ein á skúlaheiminum hevði sligið meg í reyvina, meðan eg vaskaði upp í felagskøkinum, so eg gjørdi veruna á pappírinum illbrýnta. At byrja við gjørdi eg smáar teknirøðir um kynsligan harðskap og líknandi.

 

##med3##

 

– Onkuntíð eri eg troytt av Ullu. Eg haldi tó ikki, hon fer nakran veg, tí eg klári ikki at lata vera við at tekna og mála hana. Hon er eitt sindur ein partur av mær, sum broytist saman við mær og míni list, fortelur Mia.

 

– Eg havi onkuntíð hoyrt fólk siga, at tey kenna seg sjálvi aftur í henni. Tað er stuttligt at hoyra, tí hon er eitt slag av sjálvsmynd, og eg havi onkuntíð følt, at eg ikki passi so væl inn í sosialum samanhangum, tí eg havi følt meg løgna ella awkward. Tí er tað skeg, at onnur kunnu relatera til mín, ella til nakað, sum er sprottið úr mínum hugaheimi.

 

– Eg havi síðani eg var barn, lýst mínar kenslur gjøgnum tekning, so eg haldi Ulla er ein partur av onkrum, sum altíð hevur verið har og fer at vera har, uppá ein ella annan máta.

 

(Til ber at lesa alla greinina í Sosialinum frá 12. juli)

 

Listin hjá 31 ára gomlu Miu Haldursdóttir Smith fær ein at hugsa um ting, man viðhvørt kann ræðast at siga hart (Myndir: Tordis Vang)