Lítil grind hevur lagt beinini í Hvannasundi

- Drápið gekk sera væl, og tað vardi bert í seks minuttir, sigur sýslumaðurin, Jens Jensen.

Myndin er tilvildarlig. Mynd: Birgir W. Hagnesen.

Í dag varð ein lítil grind funnin á Árnafirði.

 

Hetta um gott 11-tíðina fyrrapartin og tá sýslumaðurin, Jens Jensen, læt hoyra frá sær, vóru tveir bátar hjá grindini.

 

Seinni komu so nakrir bátar aftrat, sum tóku lut í rakstrinum.

 

Sýslumaðurin sigur nú, at grindin hevur lagt beinini í Hvannasundi. 

 

- Drápið gekk sera væl, og tað vardi bert í seks minuttir - frá klokkan 14.30-14.36.

 

Jens Jensen leggur aftrat, at nú skulu hvalirnir takast upp, og síðan verður farið at merkja.

 

- Hetta er ikki nøkur stór grind, helst um einar 40 hvalir. Seinni verður meira at frætta, sigur sýslumaðurin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig. Mynd: Birgir W. Hagnesen.