Ein øðrvísi ferðslukanning við bakarí og gistingarhús

Gjáramorgunin var løgreglan við fleiri handlar í Havn, sum selja bakstur, og tey vóru eisini við nøkur gistingarhús og kannaðu bilførarar, sum komu og fóru.

Stundisliga í gjár gjørdi løgreglan eina eitt sindur øðrvísi ferðslukanning. 

 

- Vit vóru við fleiri handlar í Havn, sum selja bakstur, og vit vóru eisini við nøkur gistingarhús og kannaðu bilførarar, sum komu og fóru.

 

Í morgun kundi vaktleiðarin fegnast um, at einki mál varð skrivað í hesum kanningum.

 

- Vit kannaðu fleiri biførarar. Allir vóru edrúir, og allir høvdu koyrikortið uppi á sær, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bilførara, sum sjónarvitni hildu koyrdi nakað óstøðugt.

 

- Tey, sum boðaðu frá, hildu, at talan kundi vera um, at bilførarin var ávirkaður, men soleiðis var ikki. Bilførarin var nevniliga blanka edrúur.

 

Løgreglan fegnast um, at fólk lata við seg koma, tá tey halda, at illgruni er um rúsdrekkakoyring.