Ferðavinnuuppliving í Sandavági í summar

Sandavágs Bygdarsavn hevur gjørt avtalu við Terja R. Jakobsen, bátasmið, um at smíða ein føroyskan bát í Sandavági í summar.

 

Tiltakið verður skipað sum eitt livandi útisavn í Sandavági, har ferðafólk, einstaklingar og bólkar kunnu koma framvið at síggja og hoyra um hendan gamla sið - at smíða føroyska bátin, sum nú er á UNESCO-listanum fyri siðaarv. 

 

Henda serstaka verkætlan byrjar umleið 1. juli og heldur fram til umleið 15. september. Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá klokkan 14-16, har møguleiki verður at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. 

 

Aðrar dagar verður eisini møguligt at hyggja at, meðan Terji arbeiðir, men tá skal ikki roknast við nakrari frágreiðing. Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð verða settar upp, og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum verður at fáa til keyps.

 

Møguleiki verður eisini eftir avtalu at fáa ferðaleiðara sum kann greiða frá um føroyska bátin og bátasmíð. Hetta kann avtalast við at venda sær til Visit Vágar. 

 

Tað verður á Steig í Sandavági, at báturin verður smíðaður. Ein steðgur verður í eina viku um ólavsøkumundið. Smíðað verður á fløtuni millum húsini hjá Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavni.

 

Her plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar. 

 

Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri gamla føroyska handverkinum, bygdarfólki, fólki í Vágum sum heild, skúlaflokkum og ferðafólki.   

 

Báturin hevði og hevur framvegis stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest brúktur til útróður, grindarakstur, grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu. Føroyski báturin varð eisini brúktur til at føra fólk, torv, seyð og hoyggj og ymiskt annað. 

 

Terji R. Jakobsen er dugnaligur bátasmiður, sum higartil hevur smíðað umleið 50 bátar, og tað eru Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag, sum skipa fyri verkætlanini í Sandavági.