Ein sigur og trý tap til føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Í kvøld var seinasta umfarið leikt í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Jana Mittún og Pernille Brandenborg skulu royna seg í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Í kvøld var seinasta umfarið leikt í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað bleiv til ein sigur og trý tap til tey fýra føroyingaliðini í deildini í tí seinasta umfarinum. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli stórsigur 34-24 á Sønderjyske. Í fyrra hálvleiki var Sønderjyske væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Jana gjørdi tað framúr í kvøld við at skjóta fimm mál og leggja upp til sjey mál. Hon var næstbesti málskjúttin hjá Viborg.

 

Viborg endar á einum sjeynda plássið við 26 stigum, og skal nú gera klárt til at spæla endaspæl.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu á heimavølli 32-35 fyri Nykøbing Falster. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 18-17.

 

Pernille fekk tveir málmøguleikar og hon setti báðar í netið. 

 

Keypmannahavn endar á einum sætta plássið, og tær skulu eisini fyrireika seg til endaspælið nú.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing endaðu grundspælið við einum 31-36 tapi fyri Ikast-Herning á útivølli. Í steðginum var støðan annars javnleikur 14-14.

 

Rakul bjargaði níggju av 38 málroyndum í dystinum. 

 

Ringkøbing endar á einum 10. plássi við 19 stigum, og tær skulu nú spæla um at sleppa undan niðurflyting. 

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu eisini 26. og seinasta dystin í grundspælinum. Tær vóru leingi væl við, men endaðu 26-30 fyri Silkeborg-Voel á útivølli. Ajax var annars á odda 14-12 í steðginum.

 

Í sínum seinasta kappingardysti fyri Ajax áðrenn skiftið til Skanderborg legði Súna upp til trý mál.

 

Ajax sum hevur ligið í tungum sjógvi alt kappingarárið endaði við ongum stigi. Komandi liðið hjá Súnu, Skanderborg endaði á einum níggjunda plássi við verri málmuni enn nummar átta, Sønderjyske. Tær vóru sostatt akkurát ov stuttar at røkka endaspælinum. 

 

Spennandi verður at fylgja Súnu í Skanderborg komandi kappingarár. 

 

 

 

 

 

Jana Mittún og Pernille Brandenborg skulu royna seg í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini