– Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð.
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi.
– Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran, staðfestir hann.
Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.
– Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line, og tankar okkara eru hjá teimum avvarðandi, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.