Einar Már 70: Ævintýrhugur fekk meg til Føroya

– Í fiskivinnubýum leggur tú serliga væl merki til lagnuna, sigur kendi íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, sum fyllir 70 ár í dag. Eitt skifti í 1970'unum arbeiddi hann í fiski í Klaksvík

Einar Már Guðmundsson á Stongunum í Klaksvík í 2022 (Myndir: Eydbii Myndir)

Í dag fyllir kendi og virdi íslendski rithøvunduri Einar Már Guðmundsson 70 ár.

 

Hann er úr Reykjavík og hevur síðani 1980 útgivið yvir 30 verk – skaldsøgur, yrkingasøvn, stuttsøgusavn og essay. Kendasta bókin er helst Alheimsins einglar frá 1993.

 

Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir – eitt nú Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 1995 og Svenska Akademiens nordiska pris í 2012.

 

Fleiri av bókum hansara eru týddar til føroyskt.

 

Í 2022 vitjaði Einar Már Guðmundsson í Føroyum. Hann var við á tiltøkum í Havn, Runavík og í Klaksvík. Ta ferðina hevði Sosialurin samrøðu við hann. Eitt nú um tíðina, tá ið hann búði í Klaksvík í 1970'unum. Niðanfyri ber til at lesa samrøðuna, sum varð prentað í Sosialinum 17. juni 2022.

 

Nevnast kann, at 2. november vitjar Einar Már aftur í Føroyum. Tá fer hann at vera í Løkshøll, har Bergur D. hansen fer at hava samrøðu við hann.

 

 

 

***

 

 

##med2##

 

(Grein úr Sosialinum 17. juni 2022)

 

 

 

VEINGIR Á HEILANUM

 

– Í Klaksvík opinberaðist ymiskt fyri mær, sum seinni fylgdi mær inn í skaldskapin, sigur kendi íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson. Í farnu viku vitjaði hann aftur í Klaksvík, har hann búð eitt skifti í sjeyti árunum. Tíðin í Føroyum fekk ávirkan á hann sum persón og rithøvund

 

 

 

Tá ið hann fyrstu ferð kom til Klaksvíkar, var hann ungur maður, ið skuldi arbeiða í fiski. Nú um dagarnar vitjaði hann aftur í bili við diplomatnummarplátum og førara.

 

Í 1977 var Einar Már Guðmundsson ævintýrhugaður og hevði heysin fullan av hugmyndum, sum hann sjálvur tekur til í einum essay. Nú telist hann millum mætastu íslendsku rithøvundar. Hann hevur útgivið umleið 30 verk, og nógv teirra eru týdd til onnur mál – eitt nú føroyskt.

 

Í farnu viku skipaði Aðalkonsulát Íslands fyri vitjan hjá Einari Már í Føroyum – tí var hann koyrdur í serliga bilinum – og tiltøk vóru í Runavík, Havn og Klaksvík. Har greiddi høvundurin frá skaldskapi sínum og las upp.

 

Torbjørn Jacobsen helt røðu, tá ið Einar Már var á Bókasavninum við Løkin, og tá segði borgarstjórin søgu um, at Tóroddur Poulsen og Einar Már Guðmundsson eina ferð prátaðu saman í Keypmannahavn. Onkur hevur sagt, at sannleikin má ikki ganga út yvir undirhaldið, og kanska er tað viðkomandi í hesum føri:

 

»Hóast Tóroddur Poulsen hevur sagt mær, at onki er í søguni, sum Jóanes Nielsen einaferð fortaldi mær, um ein høvundafund í Keypmannahavn, millum Tórodd og Einar Már, - so er hon kortini góð. Politikarar og rithøvundar, sum skriva upp í leypar, hava lyndi til at læna frá hvørjum, uttan at spyrja eftir, og er onki at læna, uppfinna teir bara nýggjar søgur burtur úr ongum. Um Læknastríðið er atvoldin til niðurstøðuna, er ilt at vita, men hendan dagin umrøddu høvundarnir báðir, um tað rætta ikki hevði verið, at Norðurlond gjørdust eitt politiskt og stjórnarligt samveldi við einum og sama høvuðsstaði. Nógv boð komu á borðið um hetta, sum fundurin leið, men til endans trumfaði Einar Már og segði, at Klaksvíkin skuldi verða høvuðsstaður í Norðurlendska Samveldinum. Tað skilti Mr. Poulsen lítið av, og spurdi: ”Hví?” Márurin svaraði: “Tí, - í Klaksvík er alt sum ongar aðrar staðir í heimi.«

 

 

 

Útlongsul

 

Tá ið Einar Már Guðmundsson á sumri í 1977 var í Klaksvík í tríggjar mánaðir og arbeiddi á fiskavirki, var hann farin at skriva – mest sum í loyndum – og hendan tíðin var við til at mynda hann sum persón og rithøvund. Hann hevur fleiri ferðir ført fram, at Klaksvík hevur fylgt honum á leiðin sum rithøvundur; eitt nú í essaysavninum Hvíta bókin, sum hann gav út í 2009:

 

»Eg hevði verið í Klaksvík alt summarið 1977 og arbeiddi á einum flakavirki og afturlítandi skerst ikki burtur at Klaksvík hevur havt stóran týdning fyri meg og mína skriving. Eg sá mín egna heimstað í øðrum ljósi og hin lýriska einvera alheimsins rann upp fyri mær. Ymsir søgupersónar byrjaðu at taka skap í høvdinum, hóast teir ikki komu á prent fyrr enn fleiri ár seinni.«

 

Hósdagin fyri viku síðani var Einar Már aftur í Klaksvík, og tá hittu vit hann – fyrst á Stongunum, har hann leit yvir vágna og bátarnar og peikaði yvir á vestara havnalag, har hann arbeiddi í síni tíð, seinni á Klaksvíkar Bókasavni, har hann las upp og tosaði um skaldskapin.

 

– Tað var ein ævintýrhugur og hugur at royna nakað nýtt, sum fekk meg til Føroya. Tíðirnar vóru ikki so góðar í Íslandi um tað mundið. Tað hevði verið verkfall, arbeiðsloysið var stórt, og inflatiónin var óvanliga høg. Vit lesandi plagdu at brúka summarið til at arbeiða í og forvinna okkum pengar til veturin. Tað frættist, at arbeiðið var at fáa í Føroyum, og at lønin var góð. Hetta var tann samfelagsliga bakgrundini, men útlongsulin var avgerandi fyri, at eg fór til Føroya at vera eina tíð, sigur Einar Már.

 

Hann og navnin Einar Kárason vóru í lag í Føroyum. Einar Kárason er eisini rithøvundur, og eitt nú er bók hansara Stormfuglar komin út á føroyskum. Systir Einar Kárason búði í Føroyum saman við manninum Martini Gøtuskeggi, sum eisini skrivaði.

 

 

 

Endaðu í Klaksvík

 

Í fyrsta umfari royndu Einar og Einar at fáa arbeiði í Havn, men tað lukkaðist ikki; millum annað tí, at nógvir aðrir íslendingar longu vóru komnir har at arbeiða. Men so fingu teir arbeiðsboð úr Klaksvík, og tá fluttu teir hagar at vera.

 

– Vit vóru hepnir at fáa arbeiði í Klaksvík. Vit arbeiddu fyri tað mesta hjá Dávur í Gerðum á Dávavirkinum, men onkuntíð vóru vit á Norðborg hjá Joensen & Olsen. Vit arbeiddu inni á virkjunum ella landaðu. Fyrstu tíðina búðu vit á Vallaraheiminum hjá Ebba og Elin, síðan fluttu vit á Sjómansheimið hjá Bjarta. Har var sera lívligt at vera. Har búðu nógvir útlendskir sesongarbeiðarar, og onkuntíð komu sjófólk eisini har at gista. Tað var eitt altjóða umhvørvi við fólki úr Íslandi, Grønlandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Skottlandi, Italia og Fraklandi. Her upplivdi eg fyrstu ferð, at í útlandinum kemur tú ofta at kenna aðrar útlendingar, sigur Einar Már.

 

– Tað var sera gott at vera í Klaksvík. Vit arbeiddu nógv, ofta út á kvøldarnar, og fingu vit onkran frídag, vóru vit fegnir um tað. Vit komu at kenna ymisk fólk, vit vóru javnan bodnir í privatar veitslur, og vit sótu mangan í Roykstovuni og hugnaðu okkum.

 

Upplivingarnar í Klaksvík høvdu ávirkan á Einar Már sum persón. 

 

– Í fiskivinnubýum leggur tú serliga væl merki til lagnuna. Eg var bara 22 ára gamal, og eg analyseraði ikki alt, sum eg upplivdi, so hvørt, men tað gjørdi eg seinni.

 

– Klaksvík situr so sterkt í mær, tí her sá eg mítt egna samfelag. Tað var sum eitt spegl. Hetta var fyrstu ferð, at eg kom burtur frá mínum heimi, og eg kendi ymiskt aftur heimanífrá. Eg upplivdi fyrstu ferð poetisku hugsanina um, at menniskju eru tey somu allastaðni. Í Klaksvík opinberaðist ymiskt fyri mær, sum seinni fylgdi mær inn í skaldskapin, sigur hann.

 

 

 

Alt var opið

 

Einar Már Guðmundsson hevði skrivað nógvar yrkingar eitt skifti í 1975, men hann hevði ikki gjørt meira við tað, og hann hevði ikki nakran stóran rithøvundadreym við sær til Føroya í 1977.

 

– Tá ið eg kom til Føroya, hevði eg ikki avgjørt, hvat eg ætlaði mær í lívinum. Eg hevði ongar dreymar um nakað avíst, allar dyr stóðu opnar. Nógv hildu, at eg fór at verða politikari, tí eg var sera vinstravendur, anarkistiskur, og eg hevði stóran áhuga fyri politikki og samfelagsmálum.

 

– Á universitetinum í Reykjavík skuldi eg hava bókmentir sum hjágrein, men tað bleiv mítt høvuðsfak. Í Føroyum hugsaði eg ikki um, at eg skuldi verða rithøvundur, eg hugsaði bara, at eg skuldi blíva okkurt.

 

Tíðin seinna partin av sjeyti árunum var við til at mynda og menna Einar Már Guðmundsson, og tíðin legði lunnar undir hansara lívsyrki sum rithøvundur.

 

– Vit merktu framvegis árinini av ungdómsuppreistrinum í 1968. Vit vóru optimistisk um, at vit kundu broyta heimin, men tankarnir um, at einki fór at broytast, vóru eisini har. Vit høvdu lisið Halldór Laxness og William Heinesen, og vit lósu skaldskapin í tíðini – beatpoetarnar, Samuel Beckett og teir latínamerikansku høvundarnar. Vit lurtaðu eftir rocktónleiki, The Beatles, Greatful Dead og Bob Dylan, og summarið, vit vóru í Klaksvík, minnist eg serliga væl, at vit lurtaðu eftir nýggju útgávuni Sleepwalker hjá The Kinks. Hetta var alt ein partur av okkara útbúgving og menning.

 

Eftir tíðina í Klaksvík sigldu Einar Már og Einar Kárason til Scrabster við Smyril. Teir ferðaðust niður í gjøgnum Bretland, fóru um Ermasund til Fraklands, har teir arbeiddu á víngarði eina tíð, áðrenn teir so fóru heimaftur til Íslands at taka lesturin uppaftur.

 

 

 

Fyrsta stigið

 

Tá ið Einar Már í 1979 flutti til Danmarkar at lesa, skrivaði hann fyrsta yrkingasavnið, Er nokkur í kórónaføtum hér inni?

 

– Eg sendi yrkingar til forløgini í Íslandi, og tá kundi vera leingi at bíða eftir svari, tí alt var sent við postinum. Tá ið svarini komu, var tey noktandi, sigur hann.

 

– Hetta var tíðin við punktónleiki, og tað var ikki neyðugt at duga so væl at spæla gittar fyri at kunna spæla punktónleik, so eg valdi bara at geva mínar yrkingar út sjálvur. Eg seldi yrkingasavnið á gøtuni í Reykjavík í ein mánað, og tað gekk væl. Tá kundu forløgini angra, at tey ikki høvdu givið tað út. Kanska ikki av skaldskaparligum orsøkum, men av fíggjarligum um ikki annað, sigur Einar Már skemtandi.

 

Eftir fyrsta yrkingasavnið, sum kom í 1980, útgav Einar Már tvey yrkingasavn afturat, og so skrivaði hann tríggjar skaldsøgur, Reykjavíkar-triologiina. Stóra gjøgnumbrotið uttan fyri Ísland kom við skaldsøguni Alheimsins einglar, sum kom í 1995.

 

Einar Már Guðmundsson er framvegis sera virkin rithøvundur. Hann arbeiðir altíð við nýggjari bók, og seinasta útgávan hjá honum á føroyskum máli er yrkingasavnið Til rætta viðkomandi, sum kom út í fjør.

 

Skulu vit runda av við einum sentralum broti í skaldskapinum hjá Einari Már Guðmundsson, kann tað tað vera, tá ið hann letur tveir smádreingir tosa saman:

 

– Óli, hevur tú lagt merki til, at dúgvur hava so lítið høvd. Heldur tú, at tær munnu hava nakran heila?

 

– Nei, tær hava veingir.

 

– Heldur tú, at tað er betur at hava veingir enn heila?

 

– Tað besta má vera at hava veingir á heilanum.

 

Sambært Einari Már Guðmundsson er hetta nakað av tí, sum skaldskapurin kann geva fólki – veingir á heilan.

 

 

 

Einar Már Guðmundsson á Stongunum í Klaksvík í 2022 (Myndir: Eydbii Myndir)

– Tað var sera gott at vera í Klaksvík. Vit arbeiddu nógv, ofta út á kvøldarnar, og fingu vit onkran frídag, vóru vit fegnir um tað. Vit komu at kenna ymisk fólk, vit vóru javnan bodnir í privatar veitslur, og vit sótu mangan í Roykstovuni og hugnaðu okkum, sigur Einar Már