Eingin flúgving hevur verið í dag

Vónað verður at tvey flogfør seinni í dag fara úr Vágum, og at eitt flogfar fer at lenda í kvøld

Sambært ferðaætlanini áttu fimm flogfør at lent í Vágum í dag, og fimm flogfør áttu at farið úr Vágum.

 

Vánaliga veðrið er orsøk til, at eingin flúgving hevur verið í dag. Heimasíðan hjá Vága Floghavn sigur, at tað verður vónað, at flogfarið, sum var ásett at fara úr Vágum við kós móti Gran Canaria klokkan 7.20 í morgun, lættir klokkan 20, og at flogfarið til Keypmannahavnar, sum var ásett at lætta úr Vágum klokkan 8.20, fer avstað klokkan 16.

 

Tvey flogfør til Keypmannahavnar og eitt til Bergen eru avlýst.

 

Av teimum fimm flogførunum, sum áttu at lent í Vágum í dag, eru fýra avlýst. Einasta flogfarið, sum tað framvegis verður vónað fer at lenda í Vágum í dag, er tað úr Keypmannahavn, sum var sett at lenda klokkan 13.40. Nú verður vónað, at tað fer at lenda klokkan 21.10.

 

Hini fýra flogførini – tvey úr Keypmannahavn, eitt úr Bergen og eitt úr Gran Canaria – eru avlýst.