Eingin fótbóltur á Skála

1. DEILD: Vegna veður er dysturin millum Skála og B71 útsettur

Sambært skránni verður dystur í 1. deild á Skála í dag.

 

Fyrsta bríksl millum Skála og B71 er sett at vera klokkan 17.30. Nú er greitt, at tað verður eingin fótbóltur undir Mýruhjalla í dag. Skála Ítróttarfelag boðar frá, at dysturin er útsettur, tí tað er so nógvur vindur.

 

Tað er ikki endaliga staðfest, men tað liggur í kortunum, at dysturin verður spældur nú mánadagin 29. mai, sum er 2. hvítusunnudagur.

 

Nýtt graslíki er lagt á vøllin undir Mýruhjalla. Skálamenn vandu mikudagin fyri fyrstu ferð á nýggja graslíkinum.