Eingin hótti Sundabátin

6-mannafør menn: Einasti avbjóðarin var unga manningin umborð á Páll Fanga úr Klaksvík

Í fjør endaði Sundabáturin næstfremstur í FM kappingini. Í ódnartøkunum, sum vóru í síðsta mánað, var Sundabáturin bestur, so hann varð roknaður at vera favorittur á Skála.

 

Og teir í Norðdepli og Hvannasundi og Viðareiði gjørdu tað, sum tað varð roknað við, at teir fóru at gera.

 

Sundabáturin var frá fyrsta árataki við í oddinum. Páll Fangi úr Klaksvík, ið hevur nýggja og unga manning, var skjótt einasti bátur, sum bjóðaði av. Í fjør vann Smyril úr Vági FM, men í dag megnaði Smyril ikki at bjóða teimum báðum bátunum úr Norðoyggjum av.

 

Sundabáturin róði væl nærri landinum, meðan Páll Fangi var væl longri úti á fjørðinum. Tí var torført at taka bestikk av støðuni, men tá ið teir nærkaðust málini sást tað, at Sundabáturin var meiri enn eina bátslongd undan Páll Fanga.

 

Í fyrstu atløgu sær tað út til, at tað verður torført hjá Smyrli at endurvinna FM heitið, men tað er ov tíðliga at gera niðurstøður, nú fyrsta kappingin er av. Smyril var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Páll Fanga, og hann vann spennandi kapping um bronsuplássið við Víking hjá Havnar Róðrarfelag.

 

6 MANNAFAR MENN

 

 

 

 

Navn

 
 

Nr.

 
 

Tið

 
 

Stig

 
 

Gult

 
 

Reytt

 
 

Sundabáturin

 
 

1

 
 

05:18.29

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

Páll Fangi

 
 

2

 
 

05:22.28

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

Smyril

 
 

3

 
 

05:29.29

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

Víkingur

 
 

4

 
 

05:30.23

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

Hvessingur

 
 

5

 
 

05:31.06

 
 

3

 
 

0

 
 

0

 
 

Strálan

 
 

6

 
 

05:34.30

 
 

2

 
 

0

 
 

0

 
 

Gongurólvur

 
 

7

 
 

05:36.07

 
 

1

 
 

0

 
 

0

 
 

Hósvikingur

 
 

8

 
 

05:37.20

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

Herningur

 
 

9

 
 

05:39.24

 
 

0

 
 

0

 
 

0