Tað var umráðandi, at fólkið, sum hevði verið við Eysturbúgvanum, ikki fall í fátt, men skjótast gjørligt slapp til verka aftur. Tá skelkurin hevði lagt seg, varð farið at leita eftir nýggjum møguleikum.

Eysturbúgvin: Eingin megnar nakað einsamallur

Men, við góðum fólki rundan um seg ber næstan til at flyta fjøll, um vilji og samstarvsevni eru til steðar. Hetta vísir eisini søgan um Eysturbúgvan.

 

Tað var umráðandi, at fólkið, sum hevði verið við Eysturbúgvanum, ikki fall í fátt, men skjótast gjørligt slapp til verka aftur. Tá skelkurin hevði lagt seg, varð farið at leita eftir nýggjum møguleikum.

- Tað var ein lagnudagur, tá Eysturbúgvin sakk skírisdag í fjør. Dagurin setti síni spor, og brádliga kundi ásannast, hvussu sárbart lív og tilvera kunnu vera. Lívsverkið hjá teimum, sum áttu Eysturbúgvan, var burtur, men øll manningin varð bjargað. Nú verður lagt til brots aftur, og her er søgan aftanfyri felagið, sum eigur Eysturbúgvan.

 

Tá móttøka var fyri nýggja skipinum, segði dóttir reiðarans í Húsavík, Gerda Magnussen, nøkur orð um søguna aftanfyri skipið, sum nú liggur við havsins botn. Sjálv hendingin, tá skipið sakk, setti eisini sín dám á hátíðarløtuna á Sandi henda dagin.

 

Føroyar vóru í einari djúpari kreppu, tá menn tóku seg saman at keypa skip í Sandoynna. Men, hin 25. juli í 1994 stevndi skipið, sum hevði fingið nýtt navn og nýggjan heimstað, út av Sandsvág. Navið var Eysturbúgvin, og skipið var heimahoyrandi í Dali.

 

Vinnuloysið í Sandoynni var stórt, og fólkatalið í oynni minkaði.   

 

##med2##

 

- Men, hóast hetta, tóku húsavíkingar, dalbingar og sandingar saman lógvatak og royndu at geva sítt íkast til at økja um virkishugin og vinnuvirksemið í oynni, segði Gerda Magnussen, sum vísti á, at teir høvdu keyptu partrolaran Gullberg, úr Vestmanna, sum varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1991. Jógvan Adolf Johannesen, sáli, var fúsur og gekk á odda í hesum arbeiði; hann var drívmegin og fekk gott fólk aftrat sær. 

 

Fyrstu eigarar í partafelagnum Vørðustíggjur, sum eigur Eysturbúgvan, vóru brøðurnir, Jógvan Adolf og Hans Marius Johannesen, Kjartan Larsen og verfaðir hansara, Steintór Djurhuus úr Dali, Jóhan Petur í Soylu og Ásbjørn Petersen av Sandi og síðan brøðurnir, Bjarki og Bergur Magnussen úr Húsavík. Nakað seinni kom Heðin Jacobsen, svágur Jógvan Adolf, úr Havn, eisini uppí. Jógvan Adolf gjørdist reiðari, og restin av monnunum gjørdust partur av skipsmanningini. 

 

Tíðin er gingin, menn eru komnir og farnir, og í dag eru bert fýra eigarar eftir í felagnum. Teir eru Jóhan Petur í Soylu, brøðurnir, Bjarki og Bergur og eftirkomarar hjá Heðini Jacobsen. Tíðir og fiskiskapur hava verið upp og niður, og nógv er broytt gjøgnum árini. 

- Reiðaríið kann bert fegnast um og takka manga ferðir fyri ein framúr góðan og trúgvan starvsfólkahóp og samstundis takka fyri ein góðan vin og samstarvsfelaga úr Vestmanna. Eingin megnar nakað einsamallur, men við góðum fólki rundan um seg ber næstan til at flyta fjøll, um vilji og samstarvsevni eru til staðar, segði Gerda Magnussen.

 

Hon ásannaði, at dagurin, tá nýggi Eysturbúgvin fyrstu ferð kom á Sand og skipað varð fyri móttøku, var ein dagur við blandaðum kenslum. Hetta er tí, at støðan kundi verið so ógvuliga nógv øðrvísi, enn hon er. 

 

- Fyri pápa okkara og reiðaran, Bjarka Magnussen, var umráðandi, at fólkið, sum hevði verið við Eysturbúgvanum, ikki fall í fátt, men skjótast gjørligt kundi sleppa aftur til verka. Tá skelkurin hevði lagt seg, og menn og teirra avvarðandi høvdu samlað seg, varð farið í holt við at leita eftir nýggjum møguleikum. 

Hon vísti á, at í tøttum og góðum samstarvi við Mouritz Mohr og Dánjal í Soylu frá Mest og meklaran, Ingibjørn Johannesen frá Atlantic Ship, er arbeiðið nú borið á mál. 

- Tað blíðkar fyri hugaðum monnum!

 

Gerda Magnussen segði, at dagurin, nú tikið verður ímóti nýggja skipinum, er ein gleðisdagur.

- Vit standa her við stórum takksemi og við størsta eyðmjúkleika, og vit fegnast um, at søgan als ikki er liðugt skrivað. Vit eru øll komin ígjøgnum hesa tíðina, hava lisið og endað fyrsta part, og hesin parturin hevur givið okkum holla vitan, lærdóm, upplivingar og mót til at fara undir annan part. 

Hon vísti á, at har ein hurð letist aftur, opnast oftast ein onnur, verður mangan tikið til, og soleiðis er eisini í hesum førinum. 

 

- Skipið, sum nú er heimahoyrandi í Húsavík, hevur áður kallast Mostein. Tað er bygt í 2001 og hevur verið heimahoyrandi í Haugesund í Noregi. Stórar dagføringar vórðu gjørdar í 2017; skipið er væl hildið og er nakað størri og betri útgjørt enn gamli Eysturbúgvin var. Av hesi orsøk verður vónandi eisini lættari at dríva virksemið. 

 

Men, stórar avbjóðingar standa fyri framman. Yngri fólk fara at taka við og skulu nú ganga í fótasporunum hjá teimum, ið undan fóru. Á gamla Eysturbúgvanum hava góðir og dugnaligir menn staðið á brúnni eins væl og á dekkinum, og hesir hava ført stórar nøgdir av fiski til lands.

 

- Báturin hevur tænt okkum væl, segði hon og vísti á, at nú er tað eitt nýtt skip, og tað eru nýggjar tíðir, nú Eysturbúgvin fer at seta kós út í føroyskt sjóøki á sínum fyrsta gulllaksaatúri undir føroyskum flaggi.

 

Hon segði, at tað verða ungu menninir, Henry Mohr og Jónleif Kass, sum standa við róðrið.

 

- Tað er okkara vón, at teir hava tikið við læru frá teimum eldru, og at tað fer at gangast teimum væl. Tað er eisini okkara vón, at hann, sum helt hondina yvir teimum fyri einum ári síðan, framhaldandi fer at føra teir og manningina trygt yvir hav. 

Eins og fyri skjótt 30 árum síðan fer Vørðustíggjur nú aftur í vinnu - við góðum treysti, og enn einaferð verður tað hugurin, viljin og alskurin til sjógv og land, sum fara at dríva verkið.  

- Vit ynskja at takka øllum samstarvsfeløgum og øllum teimum, sum hava staðið trúføst rundanum reiðaríið øll hesi árini og gjøgnum seinasta tíðina. Ein serlig tøkk til Jógvan Páll Lassen, sum hevur staðið undir liðini á okkum líka síðan fyrstu undirskriftina í 1994, legði hon aftrat.

 

Bjarki Magnussen, reiðari, sigur, at Eysturbúgvin loysir og fer til fiskiskap so skjótt, sum loyvir og alt verður klárt. Teir vænta, at alt verður komið upp á pláss um nakrar dagar, og tá verður farið á gulllaksaveiði. Sjey mans verða við skipinum og flestu teirra, sum vóru við gamla Eysturbúgvanum, eru tøkir.

 

##med3##

 

 

 

Tað var umráðandi, at fólkið, sum hevði verið við Eysturbúgvanum, ikki fall í fátt, men skjótast gjørligt slapp til verka aftur. Tá skelkurin hevði lagt seg, varð farið at leita eftir nýggjum møguleikum.

Tað var Gerda Magnussen sum vegna reiðaríið segði nøkur orð.

Reiðarin og ein av eigarunum, Bjarki Magnussen, saman við konu síni, Gunnvá.