Eingin óvanlig luftdálking í Føroyum

Frá Umhvørvisstovuni: Seinastu tíðina hevur verið eldgos í Íslandi, og hevur verið tosað um, at dálking frá eldgosinum í Fagradalsfjalli í Íslandi, sum byrjaði 19. mars í ár, kann mátast í luftini í Føroyum.

Veðrið seinastu dagarnar hevur verið støðugt, og kann vestanvindurin tí hava leitt luftdálkingina, ið liggur yvir Íslandi, til Føroya.

 

Umhvørvisstovan hevur síðan 2014 havt eina skipan, ið støðugt mátar luftgóðskuna. Skipanin, sum varð fingið til vega eftir gosið av Eyjafjallajökulli í 2010, kann nýtast í tilbúgvingarhøpi, t.d. í sambandi luftdálking eftir eldgos í Íslandi. Luftkanningarstøðirnar máta innihaldið av smáum bitlum, PM2.5 og PM10 eins og SO2 og NOx-gassum. 


Umhvørvisstovan hevur greinað úrslitini frá kanningarstøðunum seinastu tíðina. Grafurin niðanfyri vísir, at innihaldið av bitlum í luftini seinastu dagarnar, hevur ligið nakað yvir miðal fyri árið 2021. Tað sæst tó eisini, at stutt tíðarskeið við øktum innihaldi av bitlum, eru heilt vanlig.

 

Orsøkirnar til svingandi innihaldi av bitlum í luftini kunnu vera nógvar; eitt nú staðbundnar dálkingarkeldur, vindur, ið ávirkar innihaldið av salti, sandi og øðrum smáum bitlum í luftini ella luftborin dálking úr útlondum, eitt nú frá stórum skógareldum aðrastaðni ella eldgosum í Íslandi.