Einki línuskip er til fiskiskap undir Føroyum

Átta frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru í grønlendskum og ísledskum sjógvi í løtuni.

 

Myndin er av frystilínuskipinum Ågot, sum í myrkri og við stórari last kemur inn á Vág.

Sambært Fiskamarknaði Føroya er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Skipið fiskar í íslendskum sjógvi og kemur heim at landa mánadagin.

 

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap, nú veður og streymur annars eru á einari leið.

 

- Sjey frystilínuskip fiska í Eysturgrønlandi. Tey fáa mest av toski.

 

Eitt frystilínuskip fiskar eisini í íslendskum sjógvi, men einki verður sagt um, hvørji fiskasløgini eru.

 

Streymurin verður góður teir næstu dagarnar, men veðrið verður meira ivasamt.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum roynist ikki, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin er av frystilínuskipinum Ågot, sum í myrkri og við stórari last kemur inn á Vág.