Í dag er ein partur av fyrireikingar arbeiðinum í samband við Suðuroyartunnilin vorðin almennur – og greitt er, at at kostnaðurin av gera Suðuroyartunnilin og allar atknýttar verkætlanir er á heilt góðari leið, eisini um Skúvoy verður tikin uppí verkætlanina.
Suðuroyartunnilin fer við øllum atknýttum verkætlanum og einum tunli upp í Skúvoy kemur at kosta 4 milliardir kr. Atknýttar vegagerðir og nýggjur Sandvíkartunnil kostar 400 mió. kr. og ein tunnil upp í Skúvoy kostar 200 mió. kr. Sjálvur Suðuroyartunnilin kostar sostatt 3,4 milliardir kr.
Tá tikið verður inn í myndina, at vegurin í Sandslíð skal gerast undir øllum umstøðum – eisini um Suðuroyartunnilin ikki kom á skrá – og at ein nýggjur Sandvíkartunnil eisini liggur fyriframman innan næstu 10-15 árini, so er kostnaðurin av sjálvum Suðuroyartunlinum ikki nakað størri enn kostnaðurin av Eysturoyar- og Sandoyartunlum.
Verður øll verkætlanin roknað í % av BTÚ fyri hvørt ár í byggitíðarskeiðinum, so kostar Suðuroyartunnilin ikki meiri enn Eysturoyar- og Sandoyartunlar kostaðu í % av BTÚ um árið í byggitíðarskeiðinum.
Eitt ár er farið síðan Løgtingsvalið 2022 og Suðuroyartunnilin er nú veruliga í eygsjón.
Nú er at fáa gjørt lidnar frágreiðingarnar um fígging og haldføri og nýtslu av gróti, soleiðis at málið kann fyrireikast til endaliga politiska viðgerð. -Og er undirtøka fyri tí (og tað ivist eg ikki í tað er!), so kann verklagslógin um Suðuroyartunnilin samtykjast í Løgtinginum áðrenn Løgtingið fer i summarfrí 2024.
Dennis Holm