El-bilar avgjaldsfríir í tvey ár afturat

Hóast lógin er farin úr gildi, so verða elbilar avgjaldsfríir næstu tvey árini. Jørgen Niclasen ætlar tá at leggja avgjald á elbilar

 

 

Í 2008 blivu akfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift fyri fyrstu ferð undantikin virðisavgjaldi, og síðan tá er hetta fíggjarpolitiska átakið longt fleiri ferðir fyri at stuðla undir umleggingina frá dálkandi orkukeldum til meira varandi orku, samstundis sum eitt slíkt átak eggjar bilkeyparum at keypa umhvørvisvinarligari akfør.

Soleiðis greiðir landsstýrismaðurin frá í uppskotinum, sum verður til aðru viðgerð á tingi týsdagin.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tann samlaða føroyska bilparkin í dag telur 40.120 akfør, harav 26.534 eru persónbilar.

–  Av hesum eru 269 persónbilar, sum bara nýta ravmagn til framdrift.

Tí verður tað mett at verða neyðugt at fara undir enn eitt 2 ára tíðarskeið, har hesi akfør verða fult undantikin virðisavgjaldi. Somuleiðis verður farið undir at lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni.

– Hetta verður gjørt fyri at skunda enn meira undir grønu gongdina við vón um at fáa enn fleiri at velja grønu loysnina fram um ta svørtu, sigur landsstýrismaðurin.

Tíðarskeiðið, har persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni skulu rinda eitt lægri virðisavgjald, verður ikki avmarkað til eitt ávíst áramál. Skotið verður upp, at hesir persón bilarnir frá 1. januar 2021 skulu rinda 30% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga 5/12 virðinum til og við 100.000 kr., og 45% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.

Tá tvey ára tíðarskeiðið fyri frítøkuna av virðisavgjaldinum hjá akførum, sum bara nýta ravmagn ella vetni sum framdrift, er farið, skulu hesi akfør rinda virðisavgjald á sama hátt sum akfør við hybrid tøkni og akfør við plugin-hybrid tøkni.

Sambært hagtølum frá Akstovuni bleiv tað fyrsta akfarið, sum bara nýtti ravmagn til framdrift, selt á føroyska marknaðinum í 2009.

Í 2017 vórðu 15 akfør seld, sum bara nýttu ravmagn til framdrift, í 2018 var talið 68, meðan tað í 2019 var 83.

Tann 1. februar í 2021 vóru 352 akfør skrásett í Føroyum, sum bara nýta ravmagn til framdrift.

Akstovan hevur eingi hagtøl yvir persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni.