El-bilar verða eisini mvg-fríir eftir nýggjár

Á nýggjárinum fer lógin, sum frítekur el-bilar og hitapumpur fyri meirvirðisgjald, út gildi.

Men sambært ólavsøkurøðu løgmans, so ætlar samgongan at leingja lógina.

Síðani lógin varð samtykt, er hon longd einaferð, tað gjørdi seinasta samgonga. Og sambært listanum, sum løgmaður legði fram á ólavsøku, so er ætlanin at leingja lógina enn einaferð.

– Ætlandi verða løgd fram uppskot um at halda fram við mvg-afturbering til eitt nú hitapumpur og elbilar við meira skal grøna orkuskiftið eydnast, er umframt at stimbra grønari elframleiðslu neyðugt, at vit áhaldandi eggja brúkaranum til at leggja um til reinar orkukeldur, stendur í listanum hjá løgmanni.

Soleiðis er ikki neyðugt hjá føroyingum at skunda sær at keypa el-bil ella hitapumpu fyri nýggjár – treytað av, at tað gongur sum løgmaður sigur.