Elbilafelagið kallar til ársaðalfund

Elbilafelagið er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførum. Í samband við viðtøkur felagsins verður ársaðalfundur 28. apríl kl 19:00 á Føroya Handilsskúla (Gamli Handilsskúlin, við nýggja Glasir), Janusargøta 2.

Endamál felagsins er:

– At savna fólk, ið hava áhuga í el-akførum.

– At veita almenna kunning um el-akfør.

– At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar fyri el-akførum.

Áhugin fyri elbilum í Føroyum er vaksandi. Við tí eru fleiri aktuel evni, sum stinga seg upp, alt frá um elbilar yvirhøvur eru betri fyri umhvørvið, til hvussu man løðir bilin best um veturin, og um pengar eru at spara við at skifta til elbil.

– Áhugað kunnu leita sær kunning á elbilafelagid.fo, og har ber eisini til at tekna seg sum lim, skrivar Elbilafelagið.