Elias er skaddur og ikki á vøllinum

Óli Mittún og liðfelagarnir í IK Sävehof sakna í kvøld bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og sera stinna málverjan

Óli Mittún, mitt á myndini, fer í kvøld at eiga stóran leiklut, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum sæst aftanfyri Óla, ikki verður við, tí hann er skaddur

Nú klokkan 18 føroyska tíð verður fyrsta bríksl í Kristianstad, har triðja finalan um svenska meistaraheitið í hondbólti fyri menn er á skrá.

 

IK Sävehof úr Göteborg er mótstøðuliðið hjá Kristianstad, og hetta er triðja finalan um SM. IK Sävehof vann fyrstu finaluna í Kristianstad, og síðani vann Kristianstad aðru finaluna, sum var mánakvøldið í Göteborg. Tað var eftir tvær ferðir longda leiktíð.

 

Í seinnu finaluni skoraðu bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún sjey mál. Tað var eisini merkisvert, at málverjin hjá IK Sävehof vardi málið ógvuliga væl og bjargaði 21 ferðir.

 

Nú teir hita upp í Kristianstad eru hvørki Elias Ellefsen á Skipagøtu ella málverjin Simon Möller á vøllinum. Tá ið Elias í seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini mánakvøldið noyddist at gevast, var tað tí, at hann var skaddur í høvdinum. Hetta er orsøkin til, at Elias ikki er á leikaralistanum í kvøld. Tað er ógreitt, um hann verður førur fyri at spæla í fjórðu finaluni, sum verður leygarkvøldið, ella um hann yvirhøvur verður førur fyri at spæla aftur hesumegin summarsteðgin.

 

Eftir dystarlok mánakvøldið vísti tað seg, at Simon Möller hevði spælt við brotnum fóti. Tí er hann ikki við í kvøld, og hann verður heldur ikki við leygarkvøldið. At Elias ikki er førur fyri at spæla ber við sær, at leikluturin hjá Óla Mittún í kvøld verður stórur sum spælskipari.

 

Óli Mittún, mitt á myndini, fer í kvøld at eiga stóran leiklut, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum sæst aftanfyri Óla, ikki verður við, tí hann er skaddur