Elias: Málið er at gerast heimsins besti hondbóltsspælari (Video)

(Video) Síggj og hoyr eitt innslag sum svenska TV4 hevur gjørt um Elias Ellefsen á Skipagøtu undan fyrstu meistaraskapsfinaluni hjá Sävehof

Í annaðkvøld klokkan 19.10 skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof spæla fyrstu meistaraskapsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini móti IFK Skövde á heimavølli í Partille uttanfyri Gøteborg.

 

Í meistaraskapsfinalunum verður eisini spælt best av fimm dystum.

 

Av tí, at Sävehof vann grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini fær Sävehof tríggjar finalur á heimavølli um tað stendur á jøvnum 2-2 aftaná fýra meistaraskapsfinalur.

 

Skráin fyri meistaraskapsfinalurnar er hendan: 

 

(SM-finala 1) Týsdagin 11. maj

(SM-finala 2) Leygardagin 15. maj

(SM-finala 3) Týsdagin 18. maj

(møgulig SM-finala 4) Fríggjadagin 21. maj

(møgulig SM-finala 5) Mánadagin 24. maj

 

Á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=rYreCZz9AQQ

 

ber til at síggja og hoyra eitt forkunnugt innslag, ið svenska TV4 sjónvarpsrásin hevur gjørt um Elias. Í innslagnum verður Elias spurdur um hvat málið hjá honum er, og hann svarar róliga. - at gerast heimsins besti hondbóltsspælari. Í innslagnum vitjar Elias saman við svenska sjónvarpsliðnum ein seyðabónda.

 

So er at vóna, at Elias og liðfelagarnir í Sävehof koma væl frá byrjan í meistaraskapsfinalunum.