Føroyska stórtalentið í hondbólti Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur júst vunnið fyrstu meistaraskapsfinaluna við liðfeløgunum úr Sävehof ímóti IFK Skövde HK. Tað gjørdist ein sera spennandi dystir, sum endaði við, at Sävehof vunnu 38-37 aftaná dupult longda leiktíð.
Tað gekk væl hjá 18 ára gamla føroyinginum, tí hann skoraði seks mál í dystinum móti IFK Skövde HK. Haraftrat legði hann upp til fára mál.
Elias og liðfelagarnir úr Sävehof spældu á heimavølli í Partille uttanfyri Gøteborg.
Sostatt eru Sävehof nú framman fyri 1-0, og næstu ferð teir hitta IFK Skövde HK, so verður tað á útivølli í Skövde. Hinar meistaraskapsfinalurnar eru 15. og 18. mai, meðan møguligar finalur verða 21. og 24. mai.