Ellemann á odda við borgarligari umhvørvisætlan

Ellemann vísir á, at samgongan raðfestir vælferðina ov høgt, og at umhvørvispolitikkur eigur at raðfestast hægri í verandi stund

 

 

Umhvørvispolitikkur er vorðin ein stórur partur av politikki. Bæði í einstøku tjóðunum, og harafturat á altjóða politiska pallinum. Formaðurin í danska Vinstra flokkinum (t.e. flokkurin Venstre, ið sum kunnugt liggur til høgru fyri miðjuna) , Jakob Ellemann-Jensen, viðurkennir at flokkurin hevur verið heldur afturhaldin í umhvørvispolitiska kjakinum. Ellemann vísir á, at onnur hava verið meira ágrýtin, men at Vinstri flokkurin nú er til reiðar at taka dystin upp. Hann ásannar harafturat, at umhvørvi er størsta avbjóðingin hjá okkara ættarliði. Ellemann metir, at ein borgarlig umhvørvisætlan skal vera við til at skapa eitt trygt samfelag, eina grønari framtíð og úrslitagóðar loysnir. Hann finst harafturat at samgonguni, sum hann ikki metir hevur gjørt gjørt nóg mikið fyri at røkka sínum málum.

 

 

 

Vinstra formaðurin leggur serligan dent á nágreiniligar politiskar avgerðir, har samgongan sambært honum hevur raðfest skeivt. Ellemann vísir á, at samgongan raðfestir vælferðina ov høgt, og at umhvørvispolitikkur eigur at raðfestast hægri í verandi stund. Hann vísir á, at meðan samgongan setti tvær milliardir av til kolevnisfría láglendisjørð, var Vinstri flokkurin sinnaður at seta fimm milliardir av. Hann vísir við einum sarkastiskum tóna á, at vælferð er fín, men at vit hava ein jarðarknøtt vit skulu bjarga.

 

 

 

Umhvørvispolitikkur vísir seg ofta sum verandi ein avgerandi faktorur til politisk val, og Ellemann ger tað eisini greitt, at tað ræður um at fáa veljaran á sína síðu. Hetta verður bert gjørt við greiðum og realistiskum politikki, sum skal skapa álit millum flokk og veljara.

 

 

 

Hetta er fyrsta munnliga úttalilsi um borgarligu umhvørvisætlanina. Ellemann hevur síðani fingið umtalu í donsku miðlunum, og væntast kann, at samgongan fer at svara honum aftur.