EM: Føroyar eru í undankappingarbólki saman við Kosovo, Ukraina og Niðurlondum

Enn einaferð er føroyska manslandsliðið í hondbólti í undankappingarbólki saman við Ukraina

Seinnapartin var lutakastið til undankappingina til EM-endaspælið í manshondbólti í 2026 avgreitt á Hotel Clarion, ið liggur skamt frá flogvøllinum í Kastrup.

 

Føroyar vóru í potti 2, ið var næstovasti styrkisbólkurin.

 

Føroyar endaðu enn eina ferð í EM-undankappingarbólki saman við Ukraina. Ukraina var í potti 3. 

 

Hini bæði liðini eru Kosovo úr potti 4 og Niðurlondum úr potti 1.

 

Føroyar eru í EM-undankappingarbólki 6. 

 

26. apríl í fjør vunnu okkara menn sannførandi 33-26 (16-14) á Ukraina í høllini á Hálsi.

 

12. oktober í 2022 taptu vit 25-29 (11-11) fyri Ukraina á útivølli. 

 

13. apríl í 2019 taptu vit tepurt og óheppið 26-27 (12-12) fyri Ukraina í høllini á Hálsi.

 

Í dystinum á útivølli 10. apríl í 2019 taptu vit stórt 19-30 (7-13) fyri Ukraina, so vit bøttu nógv upp á úrslitið upp á tríggjar dagar. 

 

Í HM-undanundankappingardysti í Italia 11. januar í 2018 taptu vit greitt 22-30 (9-13) fyri Ukraina.

 

Ukraina fer sannlíkt at spæla sínar heimadystir í Týsklandi. 

 

22. juni í 2015 vunnu Føroyar 36-30 (19-12) á Kosovo í Emerging Nations kappingini í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyar møttu aftur Kosovo í hálvfinaluni, og tá vunnu Føroyar 31-23 (17-15) á Kosovo. 

 

Í finaluni í kappingini, ið var leikt í Kosovo vunnu okkara menn 27-24 (13-12) á Lettlandi.

 

17. juni í 2017 møttust Føroyar og Kosovo aftur í Emerging Nations hálvfinaluni, ið tá var leikt í Bulgaria. Føroyar vunnu dystin 33-30 (15-11). Í finaluni vunnu okkara menn 26-25 (13-11) á Turkalandi. 

 

Niðurlond møttu vit í gomlu C-HM kappingini afturi í 1984. Tá taptu Føroyar 12-24 fyri Niðurlondum. Í C-HM kappingini í 1986 taptu Føroyar heili 13-35 (7-18) fyri Niðurlondum.

 

So minnini móti Niðurlondum eru ikki góð. Tann munurin, ið var millum liðini í 1984 og 1986 man tó vera nógv minkaður hesi 38-40 árini. Men Niðurlond hava eitt sera sterkt lið. 

 

EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2026 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.