EM: Ongland og Danmark í bólki saman - Skotland spælir setanardyst móti Týsklandi

Her er lutakastið til innleiðandi bólkarnar í EM-endaspælinum í fótbólti, ið verður leikt í Týsklandi komandi summar

Skotland skal spæla setanardyst móti EM-vertunum, Týsklandi, og Ongland og Danmark endaðu í bólki saman.

 

Spania og Italia endaðu í bólki saman, og tað gjørdu Frakland og Niðurlond eisini.

 

Her er lutakastið til innleiðandi bólkarnar: 

 

 

 

A: Týsk­land, Ung­arn, Skot­land og Sveis.

 

B: Spania, Albania, Kroatia og Ital­ia.

 

C: Ong­land, Dan­mark, Sloven­ia og Serbia.

 

D: Frak­land, Eyst­ur­ríki, Niðurlond og vinnarin av Nations League bólki A (Pól­and, Wales, Finn­land ella Est­land).

 

E: Belg­ia, Rum­en­ia, Slovakia og vinnarin av Nations League bólki B (Ísra­el, Bosn­ia, Ukraina ella Ísland).

 

F: Portugal, Turkak­land, Kekkia og vinnarin av Nations League bólki C (Grikka­land, Georgia, Luksem­borg ella Kasakst­an)

 

14. juni spæla Týskland og Skotland setanardyst.