Her er hópurin hjá Svøríki ið møtir Føroyum 3. apríl

Landsliðsvenjarin, Tomas Axner hevur tikið út ein sterkan hóp sum kemur til Føroya beint eftir páskir

 

Svenska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla heilar fimm dystir millum 3. og 14. apríl.

 

Mikukvøldið 3. apríl klokkan 19 skulu tær spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum í høllini á Hálsi, har setningurin hjá føroyska liðnum verður at halda málmunin í mun til tríararnar í hinum sjey undanbólkunum. 7. apríl endar Svøríki EM-undankappingina á heimavølli móti Luksemborg. Eftir tað skal Svøríki spæla OL-undankapping móti Japan 11. apríl, Ungarn 12. apríl og Kamerun 14. apríl.

 

Svøríki er longu víðari til EM-endaspælið í Ungarn, Sveis og Eysturríki, og tí eru dystirnir móti Japan, Ungarn og Kamerun í OL-undankappingini nógv týdningarmiklari fyri Svøríki. Tað gevur vónir um, at Svøríki fer at eksperimentera eitt sindur í dystinum móti Føroyum 3. apríl. Men tað fer tíðin at vísa.

 

Óannsæð so hevur landsliðsvenjarin, Tomas Axner tikið ein krútsterkan hóp út til hesar fimm dystirnar hjá Svøríki. Allar tær svensku spæla við góðum liðum, so okkara leikarar fáa nógv at síggja til 3. apríl. 

 

HER er hópurin:

 

Málverjar:

 

1. Johanna Bundsen, IK Sävehof

12. Irma Schjött, Ikast Håndbold

21. Evelina Eriksson, CSM Bukarest

36. Sofie Börjesson, Vipers Kristiansand

 

Útileikarar:

 


32. Jennifer Johansson, Skuru IK

38. Elin Hansson, HH Elite

7. Linn Blohm, Györi Audi ETO KC

35. Sofia Hvenfelt, SG BBM Bietigheim

49. Olivia Löfqvist, Storhamar Håndbal

10. Mathilda Lundström, Silkeborg-Voel KFUM

24. Nathalie Hagman, SCM Ramnicu Valcea

8. Jamina Roberts, Vipers Kristiansand

28. Isabelle Andersson, SG BBM Bietigheim

29. Kristin Thorleifsdóttir, Horsens Håndbold

54. Tyra Axnér, Nykøbing Falster HK

6. Carin Strömberg, Neptunes de Nantes

23. Emma Lindqvist, Ikast Håndbold

42. Jenny Carlson, Brest Bretagne HB

44. Daniela de Jong, SCM Ramnicu Valcea

3. Nina Koppang, IK Sävehof

17. Nina Dano, Odense Håndbold