Rodri og Morata fáa væntandi leikbann fyri niðrandi sang um Gibraltar

Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur klagað Rodri og Álvaro Morata til UEFA fyri at syngja ein niðrandi sang um Gibraltar

Mynd: Scanpix

At Gibraltar síðani 1713 hevur hoyrt til Stórabretland er ein flís í eyganum hjá nógvum spaniumonnum. Og Spania heldur fram við at gera krav upp á, at Spania eigur Gibraltar, og Spania krevur, at Stórabretland handar landaøkið aftur til Spania. Tó hevur Stórabretland - eins og tilfeldið er við Argentina og Falklandsoyggjunum - ikki givið eftir fyri krøvunum hjá Spania. 

 

Í Gibraltar hava tey havt tvær fólkaatkvøður í nýggjari tíð, har nærum 100 prosent hava atkvøtt fyri at hoyra til Stórabretland, og hava harvið vraka Spania. Spania vil tó ikki viðurkenna hesar fólkaatkvøðurnar. Eins og Argentina heldur ikki vildi viðurkenna eina líknandi fólkaatkvøðu á Falklandsoyggjunum. 

 

Spanska fótbóltssambandið hevur í UEFA-høpi tryggja sær, at Spania og Gibraltar ikki enda í EM- ella HM-undankappingarbólki saman. 

 

Kravið hjá Spania um ognarrættin til Gibraltar merkti eisini feiringina hjá sponsku EM-vinnarunum. Serliga vóru tað Rodri og Álvaro Morata, ið gingu undan at syngja sangin: "Gibraltar er spanskt".

 

Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur mótmælt atburðinum hjá Rodri og hinum í spanska EM-hópinum. Og nú hevur UEFA sett eina etiska aganevnd, ið skal greina málið og væntandi koma við einari revsing til Rodri og Álvaro Morata. 

 

Sambært stóra spanska ítróttarmiðlinum, Marca standa Rodri og Álvaro Morata at fáa leikbann í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá Spania í Nations League kappingini.

 

UEFA hevur seinnu árini sligið hart niður á víðgongdar politiskar markeringar. Undir EM-endaspælinum fekk turkiski leikarin, Merih Demiral leikbann í tveir dagar fyri aftaná at hava skotið eitt mál fyri Turkaland. Í málfeiringini gjørdi Merih Demiral sonevnd: "úlvaoyru" við hondunum hjá sær. Heilsanin við úlvaoyrunum er ímyndin av ultranationalistisku rørsluni: "Grey Wolves" í Turkalandi. Tað fann UEFA seg ikki í, og Merih Demiral fekk leikbann í tveir dystir.

 

Tí er rættiliga sannlíkt, at Rodri og Álvaro Morata fáa leikbann í tveir dystir fyri at syngja hendan niðrandi sangin um Gibraltar í feiringini av spanska EM-gullinum:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Scanpix