Enn eitt hotell-drama: Máttu brúka piparspray

Ein bilførari rendi á ein annan bil, men koyrdi avstað.

Í gjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp við útkoyringina við Magn við Ringvegin í Havn. 

 

Og bilurin, sum rendi á hin bilin, stakk av. 

 

Politiið fór at kanna málið og funnu bilin nakrar tímar seinni um 18-tíðina. Bilurin stóð parkeraður uttan fyri eitt hotell í Havn. 

 

Løtu seinni kom bilførarin út fyri at roykja, og politiið royndi at fáa hann friðarliga við sær. Men friðarliga gekk tað so ikki. Maðurin gjørdi mótstøðu, so tey endaðu í forhøllini, har hann bleiv handtikin. Tað gekk so mikið harðligt fyri seg, at politiið mátti brúkar piparspray.

 

Komin oman á politistøðina, bleiv hann skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður, uttan koyrikort, koyrt avstað frá einum óhappi og fyri ikki at halda sína víkiskyldu.

 

Viðkomandi var útlendingur, men hevur verið í landinum leingi – nóg leingi til ikki at blíva vístur av landinum.

 

Hetta er sama málið, sum Vágaportalurin skrivaði um í gjárkvøldið, og sambært hesum hendi hetta á Hotel Hilton í Havn.