HSF skrivar á facebooksíðu sínari: - Føroysku kvinnurnar spældi aftur væl upp við Svøríki B í seinna EM-fyrireikingardystinum. Tað var tó ikki fyrr enn heilt í endanum av dystinum, at tað av álvara gjørdist spennandi, til hetta hevði Føroyar ov stór útfall fyrst í báðum hálvleikunum. Svøríki vann 28-26, eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til Svøríki.
Føroyska liðið fekk eina torføra byrjan uppá dystin í dag. Álopsspælið var leitandi og komu kjansirnir fyri tað mesta á vengrunum, har okkara tíverri vóru óhepnar í avgreiðsluni. Saman við fleiri tekniskum villum, gjørdi hetta at Svøríki fór fram um 7-2, áðrenn okkara aftur minkaðu um munin. Okkara ernaðust tó so líðandi, føroyska spælið hekk betri saman og vunnu okkara í størri mun dystirnar ein móti einari og eftir 18 minuttir stóð á jøvnum 9-9. Dysturin var hereftur javnur fram til hálvleiks, har tað tó var Svøríki, sum hevði munin og var á odda 16-14.
Føroyar byrjaðu eisini illa í seinna hálvleiki. Føroyska liðið gjørdi eitt hav av tekniskum villum, og fingu sviar ferð eftir ferð løtt mál í hinum endanum uppá skjótálop. Tað var ikki fyrr enn um miðjan hálvleik, at glið kom á føroyska spælið aftur. Pernille Brandenborg kom inn á strikuna, og gjørdi hon mun við fleiri góðu málum. Spenningur kom í dystin seinastu løtuna, men vóru okkara júst ov stuttar. Svøríki vann 28-26.
Myndir: Føroyar taptu eisini seinna dystin ímóti Svøríki
Hóast tvey tap, so hevur verið talan um tveir sera gevandi fyrireikingardystir fyri Føroyar, har allir leikararnir hava fingið seg royndar, og hevur liðið fingið roynt trýstið frá kropsliga sterkum leikarum. Mikudagin ferðast kvinnulandsliðið til Basel, har fyrsti dysturin í EM-endaspælinum verður fríggjadagin móti vertunum í Sveis. Skrivar HSF.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernillle Brandenborg 6 (1)
Maria P. Nólsoy 5
Lukka Arge 3 (3)
Súna K. Hansen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Jana Mittún 2
Rannvá Olsen 2
Rakul Wardum 1
Turið Arge Samuelsen 1
Málverjar:
Rakul Wardum: 9 bjargingar, 59 min.
Annika Fríðheim Petersen: 1 bjarging, 1 min.
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-7
15 min: 6-9
20 min: 9-11
25 min: 11-12
30 min: 14-16
35 min: 14-19
40 min: 14-21
45 min: 16-22
50 min: 19-23
55 min: 22-25
60 min: 26-28