Er ongin at taka tráðin upp eftir Edmund?

Tað er altíð hugnaligt at vera á túri við Tórði, eisini um tað er endursending, tí tær kunnu saktans eisini vera akutellar. Sum nú, tá vitjanin í viðarlundini hjá Leivi Sørensen í Gøtu varð endursend.

 

Tá eg sat á tingi næstseinasta løgtingsvalskeið og hevði sæti í Rættarnevndini, bleiv eg umvendur av Edmundi Joensen, ið eisini sat í Rættarnevndini. Umvendur træmaður. Og eg hevði veruliga ynskt, at onkur var, sum fór at taka táttin upp eftir hann, tá tað um træplanting í Føroyum ræður.

 

Gaman í hava vit eldsálir kring landið, sum hvør sær av sínum eintingum er farin í gongd við at planta. Millum annað Leivur Sørensen í Gøtu og Edmund Joensen sjálvur á Oyri.

 

Eg veit, at stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Leivsson, hevur stóran áhuga fyri træplanting, og hann var eisini í síni tí leiðari á Skógrøkt Landsins. Hann var við, tá Rættarnevndin á vári í 2018 var og kunnaði seg um træplanting í Íslandi, og samanrenningin av hansara servitan og livandi áhuga og eldhuganum hjá Edmundi Joensen var sera kveikjandi.

 

Íslendska landnámið var í seinnu helvt av 800-talinum, og tað verður hildið, at okkurt um 40 prosent av oynni tá var skógur. Síðan gjørdi landbúnaðurin við djórahaldi og velting at kalla av við skógirnar. Men um næstseinasta aldarskifti var miðvíst farið undir at planta trø aftur í Íslandi, og serliga seinastu árini ella áratíggjuni er ferð komin á. Málið í Íslandi er, at 12 prosent av oynni skulu vera skógur næsta aldarskifti.

 

Í Íslandi er træplanting skipaður partur av umhvørvispolitikkinum, serliga við atliti at CO2-roknskapinum, men tað verður eisini plantað miðvíst fyri at bøta um og ávirka verðurlag og livilíkindi á støðum, har tað er ábart.

 

Men tað sær ikki út til at vera nakað ítøkiligt mál ella nøkur skipað træplanting í Føroyum í almennum høpi, og tað tykist heldur ikki vera nakar politiskur áhugi fyri hesum.

 

Stórt spell, tí eg haldi, at træplanting uppá so nóvgar mátar hevði verið landi og fólki at stórum gagni.

 

Tað fagurfrøðiliga – estetiska – er eitt, men træplanting hevði sanniliga eisini kunnað bøtt upp á ljóta roknistykkið hjá okkum, tá tað um CO2-útlát ræður.

 

Mannaættin hevur longu sprænt so nógv CO2 og onnur evni út í lofthavið, at verðurlagið er farið úr spónalagnum.

 

Ógvusligar ódnir og skaðaveður er gerandiskostur, eisini her heima, Men tað ber til at planta trø við skynsemi, so tey verja ímóti vindi. Soleiðis kundi verið minkað um vandan fyri vindskaðum í heilum bygdum og býlingum.

 

Eg hugsi mær, at tað eisini hevði tænt føroyska seyðahaldinum væl, um træbelti blivu plantað í mest vindhørðu lýðunum. Tá hevði verið betri lívd hjá seyðinum og eisini hjá grasinum, sum hevði fingið betri vakstrarlíkindi.

 

Tó at eg ikki havi hagtøl ella onnur prógv fyri tí, havi eg varhugan av, at økta avfallið seinastu áratíggjuni hevur elvt til, at tað er vorðið nógv týttari ímillum skriðulopini her heima, og tey verða alsamt ógvusligari. Tað sóu vit millum annað nýliga í Klaksvík, har tað var um reppið, at ólukka stóðst av, tá blot kom í kavan, og skriðulop rakti hús. Og tað er so javnan, at tað í tíndunum frættist um og verður ávarað ímóti skriðu- og áarlopi .

 

Træplanting hevði við vissu kunnað minka um vandan fyri skriðulopum, tí onki er sum trærøtur at tryggja gott jørðfesti.

 

Eg veit væl, at tað eisini eru tey, sum óttast vandan fyri, at nógv skaðilig smádýr og skaðiligur vøkstur fara at fylgja við, tá trø verða innflutt at planta.

 

Tann vandin er ítøkiligur, tí tað man vera lítið at ivast í, at eitt nú vespan er komin til Føroya við innfluttum flagi.

 

Tó haldi eg, at um træplanting verður gjørd við skili og fyriskipað av serkønum fólki, so fara fyrimunirnir stórliga at viga upp ímóti vandanum fyri óynsktum dýrum og plantum, sum væl saktans altíð er har, sama um vit innflyta trø. Tí vit innflyta so nógv annað – eisini plantur.