Er tiltikni hvíthávurin á veg higar?

Fyrr í ár varð staðfest, at ein stórur hvíthávur var í Atlantarhavinum, møguliga á veg móti Evropa. Nógv talar fyri, at tiltikni hvíthávurin kann trívast í okkara sjóøki.

 


Eftir óteljandi sjónvarpssendingum um hávar at døma, er tað neyvan nakað annað djór í heiminum, sum hugtekur menniskju meira enn stóri hvíthávurin. Men, hávurin vekir eisini ræðslu í okkum menniskjum, tí hvørt ár verða millum 50 og 100 fólk kring um heimin álopin av hávi, og her er tað serliga hvíthávurin, sum kann gera um seg.

 

Amerikanska kvinnan, Heather Boswell, gjørdist ein partur av hagtølunum fyri hávaálopum í  1994. Hin tá 19 ára gamli og lesandi studenturin starvaðist sum køkshjálp umborð á granskingarskipi, sum sigldi á leiðini fram við chilensku strondini. 

 

Ein heitan seinnapart funnu Heather Boswell og nakrir starvsfelagar hennara upp á at leypa í havið. Burtur úr ongum kom ein hvíthávur og leyp fyrst á ein mann, sum eisini var lopin útí. Ein annar starvsfelagi, sum var umborð á skipinum, byrjaði at taka upp film av hendingini.

 

Á filminum, sum liggur á YouTube, sæst hin 19 ára gamla, Heather Boswell, svimja við nógvari ferð móti skipinum, og aftaná henni svimur stóri hávurin. Myndirnar vísa hávafinnuna, sum nærkast ungu kvinnuni og nakrar metrar, áðrenn hon kemur til bátin, verður hon álopin.

 

Meðan sjógvurin gerst reyður av blóði, hoyrast starvsfelagarnir hjá ungu kvinnuni rópa. Men, her er ikki nógv at gera. Stóri hvíthávurin býtir annað beinið av Heather Boswell, men bæði hon og starvsfelagar hennara yvirliva álopið.

 

##med2##

 

Hóast ræðandi hendingar sum hesa, er hvíthávurin sambært norska havlívfrøðinginum, Fredrik Myhre, sum starvast innan felagsskapin - Hjálp hávunum í havinum (HHH) - ikki so áleypandi móti menniskjum, sum mong ímynda sær. 

 

- Eingin hávur hevur okkum menniskju á menu'ini, sigur havlívfrøðingurin.

 

Fredrik Myhre vísir á, at í teimum førum, har hvíthávur leypir á menniskju, er orsøkin í flestu førum, at hann mistekur seg og heldur, at menniskju eru eitt av teimum djórum, hann eigur at eta.  - Men, hetta hendir ógvuliga sjáldan, og í 2020 vóru 57 hávaálop kring allan heim.

 

Havlívfrøðingurin heldur, at hetta er eitt ógvuilga lítið tal í mun til allar tær hundraðtals miljónirnar - um ikki miljardir - av fólki, sum svimja, surfa, kava ella hava aðrar aktivitetir í sjónum á hvørjum ári.

 

- Um hvíthávurin ella onnur hávasløg vildu etið menniskju, høvdu vit havt hávaálop fram við strendurnar hvønn einasta dag. At hetta ikki hendir, fortelur okkum, at hávar síggja ikki menniskju sum føði, sigur havlívfrøðingurin, Fredrik Myhre, við norsku heimasíðuna - klikk.no.

 

##med3##

 

Hvíthávurin á hesi myndini, sum er meira enn fimm metrar langur og vigar 1,6 tons, varð merktur við Nova Scotia fyrr í ár í royndini at fylgja við, hvar hann ferðaðist. Í apríl vísti tað seg, at hávurin var staddur miðskeiðis í Atlantarhavinum - møguliga við kós móti Evropa.

 

 

 

 

 

 

 

Tað var her í Nova Scotia (sí kort), at stóri hvíthávurin varð merktur.