Erling B. Håland áveg til Premier League

Leysasøgur: Norska álopsstjørnan verður settur í samband við serliga eitt felag í Premier League

Tað er summar og tað íður í leysasøgum um spælaraflytingar í teimum stóru deildunum í Evropa. Ein av heilt stóru søguni er, at Chelsea er í holt við at keypa Erling B. Håland frá týska Borussia Dortmund.

 

Norski stjørnuáleyparin verður í løtuni mettur, sum ein av bestu og dýrastu áleyparunum í heiminum. Tí skal skal nógv til, fyri at keypa hann leysan av Borussia Dortmund, sum longu hevur selt Jadon Sancho til Manchester United í summar.

 

Bretskir miðlar og tíðindafólk siga seg vita, at eigarin av Chelsea, russiski ríkmaðurin Roman Abramovich, er til reiðar at seta pengar av til norska stórtalentið. Hartil verður sagt, at spælarar sum Tammy Abraham og Callum Hudson-Odoi verða ein partur av skiftinum.

 

Felagið er eisini farið í holt við at selja onkrar av minni týdningarmiklu spælararnar. Eitt nú Marc Guehl, sum hevur skift til Crystal Palace fyri umleið 150 milliónir krónur. Chelsea vann Champions League í farna kappingarárið.