Liðið hjá Allani Norðberg, Valur vann báðar dystirnar á Granitas-Karys úr Litava í fyrsta umfarinum í Europa Cup kappingini.
Valur vann ein samlaðan 60-52 sigur, hóast báðir dystirnir vóru leiktir í Litava.
Í øðrum umfarinum í kappingini skulu Allan og liðfelagarnir aftur ferðast til Baltalond.
Dagarnar 14. og 15. oktober fer Valur í øðrum umfarinum at spæla móti estiska liðnum, Pölva Serviti í Mesikäpa-høllini.
Hetta er sami leistur sum kvinnurnar hjá H71 og Neistanum, og mennirnir hjá Team Klaksvík brúktu við at spæla báðar dystirnar á útivølli. Luttøka í Evropa er ein fíggjarligur spurningur, og tí er tann loysnin ofta brúkt at spæla báðar dystirnar á útivølli.