Seinnapartin spældi kvinnuliðið hjá Neistanum fyrra dystin í 1. umfarinum í Europa Cup kappingini móti Garliava úr Litava.
Dysturin endaði við 28-25 sigri til Garliava. Í steðginum var Garliava á odda 15-9.
Tað eydnaðist neistakvinnum at stríða seg upp á javnleik, men seinastu løtuna otaði heimaliðið seg framum aftur.
Sambært hagtølunum skoraði Neistin mál upp á 25 av 46 málroyndum.
Í morgin klokkan 16 spæla liðini seinna dystin. Dysturin í morgin er tekniskt heimadysturin hjá Neistanum.
Garliava-Neistin 28-25 (15-9) - Fyrri dystur 1. umfar í Europa Cup
Neistin: Bjørk F. Joensen 8/13, Maria P. Nólsoy 5/10, Hervør Niclasen 4/8, Sólbjørt Høj 2/2, Sára S. Mikkelsen 2/3, Birna Eyðunardóttir 2/4, Lea Mørk Mortensen 2/6,
Silja A. Müller í málinum hjá Neistanum hevði eitt bjargingarprosent upp á 42,50 prosent.