Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein sigur til Brixen

Her eru oddsini upp á seinna dystin í triðja umfarinum í European Cup millum VÍF og SVV Brixen úr Italia

Klokkan 17 vóna vestmenningar at hava høllina i Vestmanna fullsetta fyri at vinna Hondbólts-Føroyum miklan heiður. 

 

VÍF spælir tá seinna dystin í triðja umfarinum í European Cup móti italska liðnum, SVV Brixen.

 

SVV Brixen vann fyrra dystin ígjár tepurt 37-35, og hevur tí ein lítlan fyrimun undan seinna dystinum. Men við nógvum góðum stuðuli frá áskoðarafjøldini vónar VÍF at kunna koppa samlaða úrslitið til vestmenningar.

 

Átta altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum VÍF og SVV Brixen, og tær hella eitt lítið vet til ein sigur til Brixen, men tað er ikki nógv sum skilir liðini.

 

Miðaloddsini upp á sigur til VÍF eru 2,25.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Brixen eru 1,86.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið sendir Brixen víðari í kappingini eru 8,61.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##