Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld seinasta dystin í bólki G í EHF European League.
Á heimavølli eydnaðist tað Hákuni og liðfeløgunum at vinna stórsigur 34-23 á bosniska liðnum, Izvidac. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var Füchse Berlin bara á odda 16-15.
Füchse Berlin hevur vunnið bólk G við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir. Dinamo Bukarest er nummar tvey við átta stigum, Chambery Savioe er nummar trý við fýra stigum og Izvidac er aftast við ongum stigi.
Sunnudagin klokkan 17 hevur Füchse Berlin heimadyst móti Gøppingen í týsku bundesliguni.