Eyðun Elttør 80 ár

Hann var í síni tíð landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum og eisini formaður í sjálvstýrisflokkinum

Í dag, týsdagin 23. mars, eru tað 80 ár síðani, at Eyðun Elttør í Klaksvík varð borin í heim. Hann er fyrrverandi landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, og eitt skifti var hann formaður í sjálvstýrisflokkinum.

Eyðun er klaksvíkingur, sonur Ellu og Eli Elttør. Pápin var ættaður úr Havn og vaks upp í Kunoy, og mamman var av Eiði. Tey búsettust á Varpinum í Klaksvík og fingu sjey børn: Andrias, Knút, Jastrid, Hjalgrim, Elinborg, Eyðun og Svanna. Dreingirnir búsettust allir í heimbygdini, har teir vóru partur av býarmyndini. Genturnar búsettust allar niðri. Eftir á lívi eru Knút, Elinborg og Eyðun.

Eftir kríggið var bedingin eitt av stóru læruplássunum í Klaksvík, og Eyðun lærdi jarnsmíð. Seinni lærdi hann til maskinist í Klaksvík, maskinmeistara í Havn og so tók hann víðkað maskinmeistaraprógv í Aarhus. Hann sigldi sum maskinmeistari eitt nú við skipunum hjá Eiler Jacobsen, og so var hann maskinmeistari hjá SEV, áðrenn hann fór at arbeiða hjá Arbeiðseftirlitinum.

Í 1998 var Eyðun Elttør á listanum hjá sjálvstýrisflokkinum í Norðoya valdømi. Flokkurin var við til at skipa fullveldissamgonguna, og Eyðun Elttør varð landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum. Á løgtingsvalinum í 2002 var um reppið at hann varð valdur inn á ting. Eyðun helt fram í landsstýrissessinum, inntil í februar 2004, tá ið tíðarskeiðið hjá fullveldissamgonguni var av.

Frá 2001 og fram til 2003 var Eyðun formaður í sjálvstýrisflokkinum. Hann gavst í politikki eftir løgtingsvalið í 2008.

Eyðun Elttør er giftur Oddbjørg, dóttir Emmu og Sam Jacobsen, Sam í Búðunum, í Klaksvík. Oddbjørg og Eyðun eiga fýra dreingir: Stig, Elian, Eystein og Rúni. Tey búðu í nógv ár á Varpinum, men nú eru nøkur ár síðani, at Oddbjørg og Eyðun fluttu yvir á vestursíðuna í umhvørvið, har Oddbjørg vaks upp.

Síðani hann var blaðungur, hevur Eyðun havt sína dagligu gongd í Betesda samkomuni. Har hevur hann verið og er framvegis væl dámdur røðari, sum við stórum karisma og fínum oratoriskum gávum kunngerð gleðiboðskapin, og sum við sínum góða og milda lyndi og fyrikomandi atburði dregur nógv fólk at sær og er kendur og skattaður kring landið alt.

Longu tíðliga í sekstiárunum var Eyðun ein vetur í Onglandi við tí endamáli at seta seg meiri inn í skriftirnar og at vitja kirkjur og samkomur. Hann hevur síðani ofta oyst av tí, sum hann tá upplivdi og lærdi, og so var hann ofta tulkur, tá ið tað ikki vóru so nógv, ið vóru kring í eingilska málinum. Sjálvur hevur hann onkuntíð sagt, at í politiska virkinum og samskiftinum sum oljumálaráðharri, tá ið nógv altjóða fokus var á møguleikanum at leita eftir olju undir Føroyum, var tað honum hent, at hann í unglingaárunum hevði verið í Onglandi.

Hjartaliga til lukku við runda degnum og takk fyri vinskap og samfelag.

Jóannes Hansen