Eyðun Johannessen 85 ár

Tøkk til eitt stórt teaturmenniskja

Í gjár fylti Eyðun Johannessen, leikstjóri, 85 ár og í tí sambandinum skrivar Tjóðpallur Føroya honum eina heilsan:

 

Tjóðpallur Føroya vil við hesum ynskja Eyðun Johannessen hjartaliga tillukku á hansara 85 ára degi

 

Eyðun vaks upp í Havn og leggur hann dent á, at hann er ein Rabarba. Rabarbukvarterið er í grannalagnum hjá Sjónleikarhúsinum og hevur Eyðun ofta nevnt, at hetta kom at ávirka hansara lívsleið. Tað kunnu vit í Føroyum fegnast um, tí tað er einki at taka seg aftur í at tað er hann, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum og útvarpstólinum. Eyðun var við í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús.

 

Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving, á Kongaliga Teatrinum og Odense Teater og varð liðugur 1960. Eyðun hevur altíð brent fyri føroyskari leiklist og kom aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Hann byrjaði sum leikstjóri o.a. í Havnar Sjónleikarfelag, umframt at hann í 1961 fór undir at halda trý ára sjónleikaraskeið hjá Havnar Sjónleikarfelag har luttakarar fingu prógv, eins og hann helt smærri skeið hjá sjónleikarfeløgnum kring landið. Hesi skeið høvdu alstóran týdning fyri menningina av sjónleiki í Føroyum bæði so og so.

 

Eftir hetta fór Eyðun aftur til Danmarkar, har hann millum annað var fastur sjónleikari og leikstjóri á Aarhus Teater frá 1970 – 1973. Síðani gekk leiðin aftur til Føroya, har hann arbeiddi sum sjónleikaráðgevi eins og hann leikstjórnaði, gjørdi pallmyndir o.a. Í 1977 var hann ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu. Í 1979 vóru aftur boð eftir Eyðuni úr Aarhus, hesuferð sum rektari á Sjónleikaraskúlanum við Aarhus Teater, har hann starvaðist til 1986. Í 2000 gekk leiðin aftur heim til Føroya, hesaferð settur av Leikpalli Føroya sum listarligur leiðari fyri Leikhús Grímu við tí endamáli at seta Tjóðpall Føroya á stovn.

 

Í 1997 heiðraði Statens Kunstfond Eyðuni við lívsvarðandi veiting og í 2001 fekk hann Mentanar-virðisløn Landsins.

 

Øll hesi árini hevur Eyðun, sum leikstjóri bæði í Føroyum og uttanlands, ríkað okkum við stórum og minniligum leikverkum, barnaleikum, klassikarum, nútímans leikverkum og ikki at gloyma tey nýskrivaðu føroysku leikverkini. Úr rúgvini kunnu vit nevna William Shakespeare, Samuel Beckett, Jóanes Nielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Martin McDonagh, Henrik Ibsen, Yasmina Reza, August Strindberg, Ludvig Holberg og mong onnur. Vit vóru tikin inn í annan heim við m.a. Glataðu spælimonnunum, Meðan vit bíða eftir Godot, Eitur nakað land Week-end, Per Gúnt, Havfrúnni, Lykke Per, Tóm rúm, Kravravnum, På sporet af den tabte tid og vit kundi hildið fram millum tey meir enn 120 leikverkini, Eyðun hevur leikstjórnað.

 

Góði Eyðun - ein hjartans tøkk higani av Tjóðpallinum fyri títt ótroyttliga arbeiði føroyskari leiklist at frama og hjartaliga til lukku við degnum ynskja vit tær og tínum.

 

Tjóðpallur Føroya