Eysturgrønland: Kvotan tríggjar ferðir ICES-tilmælið

- Grønlendskir politikarar loyva stórari ovurveiði í Eysturgrønlandi, og Føroyar eru millum tey lond, sum hava kvotu her, skrivar Sermitsiaq.

 

Sermitsiaq veit at siga, at grønlendska landsstýrið loyvir alt ov stórum toskakvotum í Eysturgrønlandi í mun til tilráðingina hjá altjóða havgrannskingarstovninum, ICES.

 

Heimasíðan skrivar, at í meira enn tíggju ár hevur grønlendska landsstýrið loyvt ovurveiði av toski, og myndugleikarnir halda fram við at loyva ov stórari veiði í Eysturgrønlandi.

 

- Fyri 2023 hevur ICES, sum Grønland er limur í, mælt til eina toskaveiði í Eysturgrønlandi á 8.460 tons, sum er ein minking í mun til tilmælið í fjør á 300 tons. 

 

Hetta er á leiðum uttan fyri grønlendsku firðirnar - ella uttanskers, sum sagt verður.

 

Í mun til tilmælið hjá ICES á 8.460 tons, hevur grønlendska landsstýrið sett mest loyvdu toskaveiði í økinum fyri 2023 til 32.945 tons.

 

- Av hesum kunnu grønlendsk skip fiska 27.145 tons, og síðan hava grønlendskir myndugleikar tillutað Føroyum, Noregi og ES tilsamans 5.800 tons av toski í Eysturgrønlandi.

 

Sermitsiaq skrivar, at soleiðis loyva myndugleikarnir einari toskaveiði í Eysturgrønlandi í 2023, ið er tríggjar ferðir so stór, sum ICES mælir til.