Eysturríkskur ferðamaður omandottin í Lofoten

- Alt bendir á, at talan er um eina syrgiliga vanlukku, sigur løgreglan í Nordland.

Kitindur liggur í Flakstad kommunu í Lofoten.

 

 

Síðstu nátt varð ein eysturríkskur ferðamaður í 60-árunum funnin deyður í Noregi.

 

Maðurin var farin ein túr niðan á fjallið, tey rópa Kitindin, sum liggur í Flakstad kommunu í Lofoten.

 

Løgreglan í Nordland upplýsir í tíðindaskrivi, at maðurin varð funnin lívleysur klokkan 03.52.

 

Fleiri sjálvboðin hjá Reyða Krossi leitaðu eftir eysturríkaranum, og bjargingartyrla úr Bodø leitaði eisini. 

 

Løgreglan veit at siga, at veðrið á fjallinum gjørdi leitingina avbjóðandi.

 

Lendið er skurvut, og her var væl av vindi og regni. Staðkend fólk hjálptu eisini til við leitingini.

 

Orsakað av vánaligum líkindum og tí, at tað var trupult at fáa fatur á líkinum av tí farna, tók bjargingaruppgávan sína tíð.

 

Løgreglan sigur, at tey avvarðandi hava fingið boð um hendingina.

 

- Alt bendir á, at talan er um eina syrgiliga vanlukku, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum, sum eitt nú NTB endurgevur.

 

 

 

Kitindur liggur í Flakstad kommunu í Lofoten.