Føroyar fara skjótt at luttaka í endaspæli

Fráfarandi landsliðsvenjarin sigur seg ikki ivast í, at tað fer at eydnast føroysku monnunum at vinna seg fram millum tey 24 bestu í heiminum

Sonni Larsen bað í kvøld farvæl við føroyska hondbóltslandsliðið. Har hevur hann verið venjari í fimm ár, men nú verður tað kendi danski venjarin Peter Bredstorff Larsen, sum fer at hava ábyrgdina.

Venjarin harmast um, at tað ikki eydnaðist í kvøld at vinna ímóti Russlandi:

-Vit mugu ásanna, at russisku spælararnir eru heimsstjørnur. At okkara spælarar eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna ímóti teimum, vísir, hvussu nógv spælararnir hava flutt seg. Vit hava spælt tríggjar dystir í fáar dagar, og tað sæst á spælarunum, sum bæði sinniliga og kropsliga eru ógvuliga troyttir, sigur Sonni Larsen, fyrrverandi landsliðsvenjari.

Hann kennir seg í kvøld at vera heilt avkláraðan í støðuni, sum er, at hann nú er fyrrverandi landsliðsvenjari:

-Fríggjadagin og í gjár var eg kensluliga ávirkaður, og eg rokni við, at kenslan fer at venda aftur. Men akkurát nú eri eg avklárður hesum viðvíkjandi. Eg fari við sera stórum takksemi at minnast aftur á hetta fimm ára skeiðið, sum í hondbólti er tað størsta í mínum lívi. Eldhugin millum foreldrini og øll hini, sum hava verið kring liðið, hevur verið heilt framúr og er ein av orsøkunum til, at liðið hevur flutt seg so nógv, sigur Sonni Larsen.

Og hvussu verður framtíðin hjá landsliðnum?

-Tað fer at vinna alt fleiri dystir, og eg eri vísur í, at føroyska landsliðið um ikki so nógv ár fer at vinna seg fram millum tey 24, sum fara at taka lut í endaspæli, sigur Sonni Larsen.

https://www.in.fo/myndasavn/