Fiska upsa og fáa nakað av hjáveiði

Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur.

Í løtuni eru fimm parrolarapør til fiskiskap, og flestu skip koma inn at landa í næstu viku.

 

- Flestu partrolarar fiska upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, serliga longu og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya ásanna tey, at fiskiskapurin hjá partrolarum er smáligur og hevur verið tað leingi.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskisap eftir svartkalva, og ein annar liggu við bryggju.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Fiskiskapurin er misnavnur.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næsu viku, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.